40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyri nøkrum døgum síðani skipaðu umboð fyri barnagarðin fyri fundi millum valevnini. Hoyrilíkindini vóru ikki av teimum bestu, so eg fari at endurtaka nakað av tí, sum eg sjálvur bar fram.

Eg segði m.a. at tey 18 valevnini, sum bjóða seg fram, hvør í sínum lagi hava ynski, sum ikki ber til at føra út í lívið eftir týsdagin 10. november. Eg segði eisini, at eg fyri nøkrum árum stóð á odda fyri einum bygdaráð, sum hevði so nógv ynski,at tað hevði ikki hjálpt, um inntøkurnar vóru tvær ferðir tað, sum kommunukassin kundi loyva.

Tí fingu bygdaráðslimirnir møguleika at raðfesta síni egnu ynski. Tað ynski hjá samlaða bygdaráðnum, sum fekk flest stig, varð sett ovast á listan. Tað, sum fekk næstflest kom í aðru røð o.s.fr. Sjálvandi endaði listin, tá peningurin, sum tøkur var til íløgur ,var brúktur, og onkur hevði einki av sínum vallyftum fingið á listan.

Kjarnuøkið hjá øllum bý-og bygdaráðum er barnaansing, skúli og eldraøkið. Eg havi verið so heppin at eg var formaður í bygginevndini , sum í síni tíð bygdi Alvalon. Eg var borgarstjóri, tá Gamli skúli varð umbygdur og skúlin dagførdur, og var borgarstjór,i tá peningur til Sýnina var fingin til vega, og eri limur í bygginevndini, sum undan jólum í ár verður liðug við tað arbeiði, sum kommunurnar settu sær fyri fyri árum síðani.

Eg havi trý hjartamál, sum eg vil geva fremstu raðfesting, tá talan er um íløgur.

Eitt er at fáa kommunurnar at játta 3 mió.kr, so Sýnin, sum vit nú eiga okkara part í, verður gjørd endaliga liðug.

Annað er vøggustovan og tað triðja eru bátabrúgvarnar, sum eru strandaðar millum lond av Koronu. Ikki meira enn hatta, vil onkur siga. Nei, allur heimurin siglir vandasjógv, og tá mugu vit eins og øll onnur repa seglini.

Ætlanin hjá hesum bygdráðnum er at gera vøggiustovu, Ætlanin hjá grannakommununi er at gera skúla. Eitt skot upp á, hvussu stór íløgan í vøggustovuna verður, er 30 mió kr., og eitt skot upp á skúlan er 50 mió. kr. Í mun til fólkatalið er íløgan fyri hvønn borgara hin sama. Annað tal, sum líkist, er skuldin fyri hvønn íbúgva. Hon er eisini á leið hin sama.

Ein vallisti í grannakommununa sigur, at íløgan í skúlan er so stór, at skattaprosentið verður óbroytt fram til 2025, og barnafrádrátturin verður ikki hækkaður fyribils. Tey hava hægri skattaprosent enn vit hava, og lægri barnafrádrátt enn vit hava. Hetta verður nevnt, tí tey taka støðuna í størsta álvara.

Høvuðsinntøkan hjá kommununum báðum kemur frá Vága floghavn, Atlantic Airways og Luna. Tvey tey fyrst nevndu hava sent hópin av fólki til hús og hava fingið kreppuhjálp, fyri at hóra undan fyribils. Laksavirkið berjist hvønn dag fyri at selja sína framleiðslu til ein heim, sum er í svárari kreppu.

Onkur av teimum yngru á listanum, sum man roynir at vegleiða, heldur, at tú mást siga fólki, hvørji útlit eru fyri skattainntøkum. Tað er óneyðugt, tí eg havi ongantíð hildi, at veljarin ikki veit, hvat ber til, og hvat í ikki ber til. Tey kunnu lata seg tøla í skamma stund, men hvørt mansbarn veit, at fyrsta ári hjá komandi bygdaráð verður ikki tað sama, sum fyrsta árið eftir valið í 2016.

Men vit liva øll í vónini. Vit hopa og vóna  at vísindin fær tamarhald á sjúkuni, so ferð aftur kemur á samfelagshjólini.

Meðan sjúkan herjar, mugu vit repa seglini, men útlit eru fyri, at Sýnin kann gerast liðug, barnagarðurin byggjast og bátabrúgvarnar leggjast út, tá tað fer at vára.

Tað vil eg fyrst og fremst berjast fyri.

Gott val øll somul.

Sune Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo