Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Sláið Ring skrivar: So var størsta norðurlendska barnadansistvenan, BARNLEK, av á hesum sinni, og føroyska ferðaliðið hjá Sláið Ring er komið heim ríka við upplivingum og minnum.

Í ár hevur BARNLEK 40 ára føðingardag, so temað var kalas, sum merkir veitsla – og tað var sanniliga ein veitsla. Fólkadraktirnar frá ymsu luttakandi norðurlondunum lýstu býin upp við sínum føgru litum, gøturnar lívgaðust av vøkrum og stuttligum tónum frá tónleikarunum, og huglagið var heilt serligt, tá luttakararnir dansaðu runt á torgum, ellisheimum og aðrastaðni.

Vit hava havt fleiri framsýningar av føroyskum dansi og dansispølum, summar í føroyskum klæðum. Vit eru errin av okkara børnum og ungu, sum stóðu fyri hesum. Dansararnir vóru í aldrinum 3-17 ár, og øll vandu dúgliga, og livdu upp til ábyrgdina sum framførsla hevur við sær. Tey dugdu stev, kvóðu væl við og høvdu gott samband hvør við annan, meðan dansað var. Heilt fitt av fólki var savnað at hyggja eftir framførslunum, hóast veðrið ikki var við okkum, og foreldur stóðu við vátum eygum og myndatóli í hond.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo