FSF: Fyrsta umfar av Bassafótbólti 2019 var í Vágum í gjár, har fjúrtan lið luttóku í aldursbólkunum U7 og U9.
Bassi var sjálvandi eisini og vitjaði og handaði ein gávuposa til vinnandi liðini. Kappingin varð spæld í skúlagarðinum í Skúlanum á Giljanesi.
Talan er um eina ”túnafótbóltskapping”, har ein fyribilsfótbóltsvøllur verður settur upp á staðnum. Vinnararnir í teimum ymsu økinum sleppa at luttaka í einum finalutiltaki, ið verður á Tórsvølli í samband við steypafinalurnar 2019.
Fríggjadagin, 31. mai 2019, verður næsta umfar av Bassafótbólti, og tá er kappingin í Klaksvík.
Fleiri myndir frá tiltakinum kunnu takast niður her: https://we.tl/t-DVyyGG0Rpn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo