40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Línuskip:  Undir Føroyum eru tvey línuskip. Bæði eru á Føroya Banka. Báðir koma at landa í vikuni. Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu og so nakað av brosmu. Vit rokna við at onkur av teimum smærru línuskipunum fara avstað í næstum. Fýra frystilínuskip eru við Eysturgrønland og try undir Føroyum.

Útróður: Streymurin er harður fyrst í vikuni, men batnar út á vikuna. Veðri verður gott, men vit rokna tó ikki við nógvum útróðri, tí at fiskaríið er vánaligt.

Djúpvatnstrolarar: Tað er bara ein djúpvatnstrolari til fiskarí. Hann fiskar djúpvatnsfisk, kongafisk, blálongu og svartkalva.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo