Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Bátastevnan í ár verður hildin á netinum, men fyrireikararnir siga, at Bátastevnan verður við vissu aftur í mai 2021. 

Sum plástur á sárið til føroya fólk skipa fyrireikarnir, fyri einum rimmar tiltakið niðri á kajøkinum, leygardagin 23. mai. 

TILTAKIÐ VERÐUR STROYMAÐ. Til ber IKKI hjá áhoyrarum at koma á kajøkið. Tó verður loyvi hjá áhoyrarum í bili at uppliva konsertina ókeypis og sjálvandi við frástøðu.

Umframt at njóta gott føroyskt undirhald á pallinum, ber eisini til at keypa ein góðan TakeAway-búff á kajøkinum.

Linkið til stroymingina kemur at liggja á bs.fo og á Facebook síðuni hjá Bátastevnuni.

Tey, sum hava ognað sær atgongumerki, bátaplass ella kampingpláss hava tveir møguleikar. Tey kunnu fáa atgongumerkið flutt til Bátastevnu 2021, og har við varveita plássið, ið tey hava bílagt, ella fáa atgongumerkið afturrinda. Tey sum ynskja at fáa atgongumerkið afturrinda, skulu senda ein teldupost við avriti av atgongumerki og kontonr. at flyta peningin á, til bs(at)bs.fo

Skráin er henda.

18.00-19.00         Bubu.

19.00-20.00         Magni Christiansen.                                           

20.00- 2100         Tinganest.                                         

21.00-22.00         Eyðun, Terji og Kim.                          

22.00-23.00         Jens Marni.                                       

23.00-00.00         Signar í Homrun.                                                             

00.00-01.00.        Dynamint.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo