Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Beatles-vikan í SMS hevur fingið sera góða móttøku, og nógv fólk hava verið á konsertunum.

Nú er seinasti dagur, her høvi er at njóta ókeypis konsertir í SMS. Leygardagin kl. 12.00 byrjar við unga stjørnuskotinum, Leu Kampmann, sum fer at tulka Beatles á sín egna serstaka hátt saman við Vinjar Petersen, ið spælir tangentar.

Kl. 13.30 koma Stanley Samuelsen, guitar og sang, Jóhannus á Rógvi, bass og trummusnillingurin, Gert Smedegaard, og Kl. 14.30 hugleiðir Bergur Rasmussen um Beatlarnar.

BROYTING: Kl. 17.00 verður høvið hjá teimum, ið hava ognað sær atgongumerki til Beatles-dansin, at læra seg rock’n’roll-dans í Sjónleikarhúsinum - ikki í Dansifrøði, sum áður lýst - saman við Karl og Onnu-Sofíu Vidtfeldt. Tiltakið er ókeypis.

Dyrnar til stóra Beatlesbrakið lata upp kl 21.30, og Suni Merkistein verður frásøgumaður til dansin. Bólkarnir spæla umleið ein tíma í part.

Kl. 22.00 byrja The Bidils, síðan koma Robert og Jógvan við orkestri, Stanley Samuelsen, Thunderbirds og seinast Robert og Jógvan aftur og spæla, til dyrnar lata aftur.

Umframt hesar bólkarnar hava vit fingið ein “surprise”-bólk at spæla.

Enn eru nøkur fá atgongumerki eftir. Tey eru til keyps í Miklagarði og á Torginum, meðan konsertirnar eru. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo