Mangan bankar gott hjarta undir slitnum búna
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Seinnapartin í gjár spældi BEINIR á Nibe-festivalinum. Hetta var tann fyrsta av trimum festivalframførslum í Danmark í summar, har Beinir fer einsamallur á pallinum við gittara og sínum sangum. Nibe-festivalurin er ein av miðalstóru donsku festivalunum við 30.000 vitjandi. Á festivalunum í summar spælir BEINIR fyri tað mesta nýtt tilfar, sum fer at verða á komandi útgávuni. Men hann spælir eisini sangir av EP'ini, sum hann gav út i fjør.

Seinasta árið hevur BEINIR arbeitt við nógvum tilfari og samstarvað við fleiri av fremstu framleiðarum og sangskrivarum í Danmark. Sáttmálin við plátufelagið The Bank hevur gjørt tað møguligt hjá Beinir at arbeiða meiri miðvíst við tónleikinum og at fáa møguleika at samstarva við sangskrivarar, sum hava og hava havt løg á donsku hittlistunum.

Fyri at fáa tónleikin út til fleiri áhoyrarar, hevur BEINIR seinasta hálva annað árið verið á konsertferðum saman við kendum donskum nøvnum. Seinasta konserferðin var í april, har Beinir hitaði upp fyri bólkin Jonah Blacksmith á 15 konsertum.

1. august spælir BEINIR á Livecamp á Smukfest í Skanderborg. Livecamp er ein kapping millum upcoming-nøvn at sleppa at lata størsta pallin á Smukfest upp.

19. august spælir BEINIR á Wonderfestiwall á Bornholm.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo