40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein felagsskapur sum stríðist fyri rættindum hjá LGBTQ-persónum í Katalonia, rópar varskó um homofobi eftir fleiri álop á samkyndar persónar seinastu tíðina.

Tað skrivar BBC.

Um vikuskiftið vóru fimm samkyndir menn álopnir og skaddir. Ein av monnunum tørvaði andlitskirurgi eftir harðskapin.

Løgreglan kannar álopini, men hevur fá spor, skrivar BBC.

Felagsskapurin OCH (Observatory Against Homophobia) sigur seg hava skrásett 76 tilburðir við harðskapi móti LGBTQ-persónum í Katalonia síðsta árið, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo