Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til §52a fyrispurning nr. 52-064/2023 frá Hannu Jensen, løgtingskvinnu, settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um pengaseðlar.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar eru ætlanirnar við føroyska túsundkrónuseðlinum ?

2. Hvørjar eru ætlanirnar við eldru føroysku pengaseðlunum og føroyskum pengaseðlum sum heild?

3. Hvat verður svarið til donsku stjórnina og danskar myndugleikar um hesi mál?

4. Hvørjar eru langtíðarætlanirnar við pengaseðlum og myntum í Føroyum sum gjaldsmiðlar í framtíðini ?

Svar:
Avgerðin um at heinta inn eldri pengaseðlar og ógilda túsundkrónuseðilin fevnir einans um danskar pengaseðlar.

Landsstýrið hevur ongar ítøkiligar ætlanir um at gera broytingar viðvíkjandi føroysku pengaseðlunum. Samskiftið við donsku myndugleikarnar hevur higartil, fyri meginpartin, snúð seg um at samskipa kunningina viðvíkjandi donsku pengaseðlunum, ið skulu heintast inn í Føroyum.

Møguligar broytingar viðvíkjandi føroysku pengaseðlunum verða bert framdar, um føroysk viðurskifti gera, at tað er neyðugt, t.d. við atliti at fyribyrgja hvítvasking og fíggjarligan kriminalitet. Sambært lóg um pengaseðlar vm. í Føroyum verður hetta gjørt eftir avtalu millum Statsministeriið og Landsstýrið.

Landsstýrið er farið undir at kanna, um tørvur er á at gera broytingar.

Tinganes, 3. januar 2024
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo