Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Vit kenna tað best úr ensku Premier League, har besti spælarin, besti ungi spælarin og besti venjarin hvønn mánað verða heiðraðir. Og nú verður farið undir hendan leistin í Betri Deildini hjá bæði kvinnum og monnum.

Í fyrstu atløgu verður besti spælarin hvønn mánað útnevndur. Tey, ið vinna heiðurin, fáa eitt gávukort upp á 1.500 krónur frá EFFO, umframt eina glasstandmynd, við áskriftini, at viðkomandi var besti spælarin í mánaðinum í Betri Deildini.

Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og onnur, ið hava eitt gott og breitt innlit í fremstu deildunum hjá bæði kvinnum og monnum, ið velja besta spælaran.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo