Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Upprunaliga skuldi fremsta deildin hjá monnum sparkast í gongd tann 8. mars. Men soleiðis bleiv kortini ikki. Koronavirusið gjørdi um seg, og í fyrstu atløgu varð avgjørt at spæla fyrsta umfar uttan áskoðarar. Síðani varð fyrsta umfar útsett í eina viku, og so bleiv avgerð tikin um at útseta allan fótbólt, sum skuldi verðið spældur í mars og apríl mánað.

 

Miðað varð eftir at byrja kappingarárið 2020 í mai, og nú er greitt, at landskappingin í Betri Deildini hjá monnum fer av bakkastokki leygardagin 9. mai. Eina viku seinni, leygardagin 16. mai byrjar 1. deild hjá monnum, og tann 24. mai fara fremstu kvinnuliðini á vøllin.

 

Í fyrsta umfari í Betri Deildini hjá monnum hittast liðini soleiðis: KÍ – B36, NSÍ – TB, HB – EB/Streymur, Skála – ÍF og AB – Víkingur.

 

Spælt verður til 12. juli, og síðani verður ein stuttur summarsteðgur, áðrenn kappingin verður tikin upp aftur tann 27. juli. Og av tí at kappingin ikki byrjar fyrr enn í mai, og 27. umfør skulu spælast – um alt gongur eftir ætlan – verður síðsta umfar ikki spælt fyrr enn tann 7. november.

 

Í 27. og seinasta umfari hittast liðini soleiðis: B36 – NSÍ, KÍ – HB, TB – Skála, AB – EB/Streymur og Víkingur – ÍF.

 

Øll kappingin sæst her: Betri Deildin menn 2020

 

Fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið verður á skránni 8. juli, meðan fjórðingsfinalurnar og hálvfinalurnar verða spældar ávikavist 21. og 28. novemer. Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 5. desember.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo