40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Betri-samtakið letur 200.000 krónur í stuðli til Hjálparnetverkið hjá Reyða Krossi Føroya.

 

Hjálparnetverkið bjóðar ókeypis hjálp í sambandi við korona-kreppuna, millum annað sálarliga ráðgeving frá løggildum sálarfrøðingi, at flyta fólk í heimauppihald og sóttarhald, at stuðla og práta við fólk, sum eru einsamøll ella í sóttarhaldi, at vegleiða fólki, ið ikki skilja føroyskt, umframt mat- og klædnahjálp og hjálp í sambandi við praktiskum uppgávum so sum innkeypi og at ganga túr við hundum.

 

Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi, sigur: ”Vit í Reyða Krossi eru sera fegin um, at Betri upp á stutta tíð vildi veita okkum stuðul, sum ger tað møguligt at hava Hjálparnetverkið í hesi serligu kreppustøðu. Við sjálvbodnari og professionellari orku tálmar og bøtir Hjálparnetverkið hjá Reyða krossi um menniskjaliga neyð og samfelagsligar avbjóðingar, ið standast av korona her í Føroyum. Stuðulin frá Betri Stuðulsgrunninum tryggjar, at Hjálparnetverkið fær hjálpt føroyingum komandi tíðina. Hesin stuðulin er tískil kærkomin, og eru vit í Reyða krossi sera takksom.”

 

Sum serføroyskt samtak, letur Betri gjøgnum Betri Stuðulsgrunnin burtur av yvirskotinum í samtakinum til vælgerandi endamál í føroyska samfelagnum – serliga til sjúkufyribyrgjandi, skaðafyribyrgjandi og tryggleikaskapandi endamálum. Betri hevur í sambandi við korona-kreppuna, umframt stuðulin til Reyða Kross, latið 10 mió. kr. í bráðfeingishjálp til føroyska sjúkrahúsverkið.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo