Ljós hevur ikki sæð myrkur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hetta til 31. mai ber til hjá føroyskum granskarum at søkja um pening úr Betri Stuðulsgrunninum. Treytin er, at granskingin er føroysk og at hon er til gagns fyri føroyingar, sum heild. 

Stuðulsgrunnurin hjá Betri hevur til endamáls at stuðla átøkum í Føroyum, sum fyribyrgja sjúku, skaða og vanlukkum, skapa tryggleika og annars gagna samfelagnum. Higartil hava tað serliga verið bjargingarfeløg, trygdarútgerð av ymsum slagi og heilsufremjandi átøk, sum hava staðið ovast á listanum yvir tað, sum Stuðulsgrunnurin hevur stuðlað. 

- Nú hava vit gjørt av at tvífalda stuðulsupphæddina – úr 5 milliónum upp í 10 milliónir. Tað gera vit, tí vit vilja bera samfelagnum aftur av yvirskotinum. Tað eru jú kundarnir, sum eiga Betri Samtakið, og tá tað gongur væl í samtakinum, skal tað koma øllum føroyingum til góðar, greiðir Evy Jacobsen, stjóri í Betri, frá. 

Í fjør lat grunnurin góða millión til gransking av teimum fimm milliónunum, sum vórðu lætnar í stuðli og fer Stuðulsgrunnurin framhaldandi at hava gransking sum eitt fokusøkið. Í hesum sambandi hevur Betri samskift við bæði Setrið og Granskingarráðið fyri at finna besta leistin til at útluta føroyskum granskarum hendan stuðulin. 

Til ber at søkja um stuðul á betristudul.fo – og umsóknarfreistin er 31. mai.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo