Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Betri Trygging: Í skrásetingunum hjá Betri Trygging hava ongantíð verið so nógvir skaðar eitt hálvár sum í ár. Serliga var tað ódnin 7. februar, ið gjørdi nógvan skaða. Kortini er hálvársúrslitið gott – eitt nú tí at virksemið støðugt verður ment og tillagað, og tí at íløgurnar í seinastuni hava givið gott avkast.

Fyrra hálvár í ár hevur Betri Trygging avgreitt metnógvar skaðar. Ongantíð áður hava so nógvir skaðar verið ein ársfjórðing – og ongantíð áður hava so nógvir skaðar verið eitt hálvár.

Tað var serliga ódnin 7. februar, ið elvdi til ógvuliga nógvar skaðar. 

- Bara tað samdøgrið fekk skaðadeildin útvið 1400 skaðafráboðanir, sum er óvanliga nógv. Talan var serliga um privatar skaðar, men eisini vóru nakrir stórir vinnuligir skaðar. Kortini kunnu vit fegnast um, at hálvársúrslitið er gott, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.

- Eg eri væl nøgd við úrslitið, og at tað eru fleiri ymisk viðurskifti, sum ávirka rættan veg. Tað ger til dømis stóran mun, at gongdin á íløgumarknaðinum hevur verið betri fyrra hálvár í ár, enn hon var í fjør. Talið á kundum hækkar áhaldandi, og Betri Trygging arbeiðir støðugt við at menna nýggjar tænastur, sum kundarnir spyrja eftir. Hetta ávirkar eisini tryggingartekniska úrslitið rætta vegin.

Lættari at vera kundi
- Eg fegnist eisini um átøkini, vit hava gjørt fyri kundarnar higartil í ár. Tað skal verða lætt at vera kundi í Betri Trygging, og tí broyttu vit gjaldsskipanirnar, so at privatkundar kunnu gjalda tryggingarnar mánaðarliga. Hetta er sera væl móttikið, og nógvir kundar rinda nú eina minni upphædd einaferð um mánaðin, heldur enn størri upphæddir nakrar ferðir um árið, vísir Ingunn Eiriksdóttir á.

- Eisini hava vit gjørt fleiri skaðafyribyrgjandi átøk, fleiri upplýsandi tiltøk og so hava vit effektiviserað virksemið, so at tað skal ganga so smidliga, sum gjørligt.

- Vit vilja ganga á odda við at menna nýggjar tænastur, sum gera tað lættari fyri kundan. Og so hava vit skyldu til at ansa væl eftir hesum felagnum, sum vit jú reka fyri kundarnar, ið eiga tað. Eg eri væl nøgd við hálvársúrslitið, sum - hóast metnógvar skaðar - gjørdist 51 milliónir kr. eftir skatt, staðfestir Ingunn Eiriksdóttir.

Lyklatøl fyrra hálvár 2023 samanborið við 2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo