40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Starvsfelagið hevur saman við Politistafelagnum og Sosialráðgevarafelagnum sent løgmanni skriv, har vit biðja um fund fyri at umrøða trupulleikar, sum limir okkara dragast við og vera darvaðir av í yrki sínum í almennari tænastu. Vit ynskja, at hesi starvsfólk fáa betri verju í føroysku revsilógini, enn tey hava í dag.

Vaksandi ágangur móti starvsfólki í almennari tænastu
Bæði sosialráðgevarar og politistar hava hesi seinastu árini merkt vaksandi ágang frá borgarum á ein hátt, sum kann vera við til at ávirka teirra arbeiði sum starvsfólk í almennari tænastu. Ein gongd, sum serliga hevur samband við útbreiðsluna av sosialu miðlunum, har borgararnir hava fingið lættari við at koma alment til orðanna.

Sum starvsfólk í útsettum størvum uppliva limir okkara alt meira at verða útspiltir og úthongdir á sosialu miðlunum. Hetta gongur fyri seg á serligum síðum, sum ofta eru almennar, har vanlig starvsfólk í almennari tænastu verða niðurgjørd og útspilt, við navni, persónsmynd og onkuntíð við bústaði og telefonnummari. Talan er ofta um sokallaðar hatursíður, merktar av grovum persónligum ákærum.

Eisini uppliva limir okkara at verða eygleiddir og eltir í síni frítíð, á eitt hátt sum upplivist sum ágangandi chikana, tó uttan, at hetta kemur undir hóttanir ella niðring, sum eru fevnd av øðrum ásetingum í revsilógini.

Sum almenn starvsfólk í útsettum størvum eru sosialráðgevarar og politistar vanir við mangt av hvørjum. Tey eru von at tola kritikk og tað fylgir við arbeiðnum at hava harða húð. Men ágangurin, sum fer fram á sosialu miðlunum og onkuntíð uttanfyri heimini hjá starvsfólkunum, fer mangan út um alt sømuligt mark.

Føroyar mugu eisini hava “chikanu-paragraffina”
Okkara áheitan til løgmann er, at almenn starvsfólk í Føroyum fáa somu verju í revsilógini sum starvsfelagarnir í Danmark fingu, tá ið tann sonevnda “chikanu-paragraffin”, § 119 a, varð sett inn í donsku revsilógina.

Starvsfólk í almennari tænastu í Føroyum hava gjøgnum §§ 119 og 121 ávísa verju móti ágangi. Tað er eittnú revsivert at fremja harðskap ella at hótta við at fremja harðskap móti starvsfólkum, og tað er eisini revsivert við háðan og niðran at loypa á starvsfólk, tá ið tey eru í starvi ella í hesum sambandi. Líknandi ásetingar eru í donsku revsilógini.

Við tí sonevnda Respektpakken hava lóggevararnir í Danmark tó ásannað, at nevndu ásetingar ikki verja starvsfólk í almennari tænastu nóg væl og at tørvur tí var á serligari verju móti chikanu. Hetta var orsøkin til at Fólkatingið í 2016 samtykti § 119 a, sum lið í Respektpakken.

Onnur lóggáva á markamótinum, so sum revsiásetingin um ærumeiðing og dátuverdarlógin og lóggávan um tilhald v.m. hevur heldur ikki víst seg at geva starvsfólkunum neyðugu verndina móti chikanøsum ágangi.

Starvsfólk sum sosialráðgevarar og politistar royna øll at gera sítt arbeiði til lýtar. Men mark er fyri hvat tey kunnu og skulu tola, tí tey eru bert menniskju. Persónlig chikana og forfylging, sum tey uppliva, er eitt álop á teirra privatlív og kann vandi eisini vera fyri, at áhaldandi ágangurin fær neiliga ávirkan á teirra fakliga arbeiði.

Tað er okkara vón og áheitan, at løgmaður, við ábyrgd av revsislógini, vil virka fyri hesum og játtar at taka ein fund við feløgini, har vit kunnu umrøða málið nærri.

Katarina Petersen, forkvinna í Sosialráðgevarafelagnum
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum
Absalon Áargarð, formaður í Politistafelagnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo