40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Vøggan stóð í einum fjósi í Betlehem. Gistingarhúsini vóru fullsett. Himinsins kongasonur varð føddur undir fátæksligum umstøðum. Ikki ríkidømi, ikki glitur og gleim, ikki háborin tign sum í kongsborg.

Ístaðin var ein himmalskur ljómi um høvur hansara. Himins dýrd var sjónlig millum fólk og fenað. Maria moy føddi Guðs einborna son, hon, ið varð vorðin við barn av heilagum anda. Ein øðrvísi byrjan enn hjá teimum flestu. Føddur í fjósi sum fulltikið menniskja og sannur Guð.

Betlehem var byrjanin til Jesu jarðiska lív. Tað er tó ein annar býur, ið er upphavið hjá tí kristnu kirkjuni. Í Jerúsalem stóð templið, og tað var ein samtykt hjá Ísrael, at hagar fara ættirnar niðan at prísa Harrans navni.

Sveinurin var føddur í Betlehem, tí Jósef, ið var trúlovaður Mariu festarmoy síni, var slektaður av Dávids húsi og ætt. Tað er mikil heiður tengdur at føðistaði Jesu, tí júst á hesum bletti kom Guð til jarðar. Føddur í holdi, føddur sum drongur, føddur sum ein av okkum.

Jerúsalem er miðdepilin í gudstrúgv ísraelsmanna. Býurin er harafturat staðið, har vøggan hjá tí kristnu kirkjuni stóð. Frá Jerúsalem varð gleðiboðskapurin borin til tann tá kenda heimin og síðan longur út til heimsins fólkasløg.

Jerúsalem er í eini serstøðu, tí býurin hýsti templi ísraelsmanna, halgidóminum, ið Sálomon kongur bygdi. Tað var í Guðs heilaga húsi, at sveinurin áttanda dagin varð umskorin og fekk navnið Jesus, svá eingil Harrans hevði fráboðað. 

Tað var í templinum í Jerúsalem, at hin fyrsti kristni vitnisburðurin ljóðaði. Gamli Símeon var av andanum leiddur inn í halgidómin. Hann tók barnið Jesus í føvningin og vitnaði, at hann hevði sæð frelsu Guðs.

“Harri, nú letur tú tænara tín fara í friði eftir orði tínum; tí at eygu míni hava sæð frelsu tína, sum tú hevur búgvið til fyri øll fólkasløg, eitt ljós til at lýsa fyri heidnum monnum og eina dýrd fyri Ísrael, fólk títt.” (Lukas 2,29-32).

Ísrael er Guðs útvalda fólk, og sonur Guðs er jødi. Frá jødunum kemur heimsins frelsari. Tað er ein óvikandi bíbilskur sannleiki, ið mangan hevur elvt til tvídrátt og frávíkjandi sjónarmið millum kristin.

Saman við hesum sannleika stendur Guðs náðiríka avgerð, at í Jesusi Kristi eru øll heimsins fólkasløg útvald og kallað at vera Guðs ognarfólk, ja ein heilag tjóð. Tað ræður um at fevna bæði sjónarmiðini, ið als ikki útihýsa hvørt øðrum.

Tá ið vit í 2007 vitjaðu ein skúla hjá palestinskum kristnum í Betlehem, settu brøður og systrar okkara í Kristi henda spurningin: Hví vit sum kristin í Vestur Evropa tóku undir vit atgerðum Ísraels móti fólkinum í Palestina. Hví vit sum kristin valdu tað jødiska fólkið fram um arabisk kristin.

Vit fingu almikið at hugsa um. Harðrend og týnandi framferð samsvarar ikki við kristna etiska hugsan. Við støði í kristindóminum er tað ómøguligt at rættvísgera valdsnýtslu, ið kúgar menniskju og týnir mannalív vegna trúgv, húðalit ella upphav.

Onkustaðni í nánd av Jerúsalem er heimsfriðurin. Tað verður valla friður á jørðini, fyrrenn tað er friður í Jerúsalem. Tess vegna er tað umráðandi at biðja um frið yvir staðin, har Guðs heilaga tempul varð reist mitt í Guðs útvalda fólki.

Harafturat er Jerúsalem staðið, har kristniboðanin hevur sítt upphav. Eins og Jesus kom til tað jødiska fólkið, kemur evangeliið um Jesus frá Jerúsalem til heimsins fólkasløg, okkum, ið eru runnin av fremmandari rót. Vit, sum í fyrstu atløgu ikki vóru Guðs útvalda fólk, eru útvald í endurskapan Guðs í sáttargerð Jesu Krist.

Verður hugsað um ævinleikan og tað himmalska Jerúsalem, hava øll fólkasløg og allar tjóðir javnbjóðis rættindi. Syndarin verður av náði Guðs dømdur rættvísur í trúnni á Jesus Krist sum Harra og frelsara. Eingin er fremri enn annar. Øll eiga alt í Jesusi.

Friður í Jerúsalem er ein fortreyt fyri heimsfriðinum. Tað verður valla friður á jørðini, fyrrenn friður valdar í miðeystri. Býurin er miðdepil fyri ymiskum heimsumfatandi átrúnaði, ið metir seg eiga ognarrættin til lendið. 61% eru jødar. 32% eru muslimar. Tey kristnu eru ein rættiliga lítil minniluti.

Sum kristin virða vit býin Jerúsalem sum staðin, har hin kristna kirkjan av Heilagum Anda varð vakt til lívs og gjørdist heimsumfatandi. Vit virða Ísrael sum land og fólk og staðfesta, at eisini tað jødiska fólkið hevur nógv á síni samvitsku.

Vit taka frástøðu frá tí ónda, harðskapi og týning av mannalívi. Tað var ikki rætt atborið, tá t. d. Týskland týndi tað jødiska fólkið í undanfarnu øld. Tað er als ikki hóskilig atferð, at Ísrael órógvar og týnir sínar grannar. Heimsins tjóðir eiga at søkja semjuna tvørtur um landamørk og ættarbólkar.

Jerúsalem er Guðs halgi staður, og støðan í miðeystri avger heimsfriðin. Tess vegna er bønin fyri býnum hóskandi. Amen.

Orðið: “Biðið um frið fyri Jerúsalem.” (Sálmur 122,6).

Gleðilig jól!

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo