40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er ikki óvanligt – tá vit tosa um kristna trúgv og trúarlæru – at hoyra fólk grundgeva fyri sínum trúarútsøgnum við tilvísingum til heilagu skriftirnar við at siga “bíblian sigur,” “bíblian lærir” og “bíblian meinar.”

Tey, sum prædika um trúgv og trúarlæru og so lættliga grundgeva við bert at siga “tí, bíblian sigur tað,” kolldøma seg sjálvi sum prædikufólk. Hesi prædikufólkini fyrigykla fyrst fyri sær sjálvum og síðani fyri øðrum, at bíblian er ein livandi bók, sum hevur ein vilja og harvið eginleikar til at gera sær meiningar og at tosa ella úttala seg. Eginleikar, sum ongin bók – heldur ikki bíblian – hevur. Slíkt er gykl og samsvarar als ikki við vanligan skúlalærdóm, har tað er lærarin, sum lærir skúlabørnini og ikki skúlabókin umvegis læraran.

Í sveimandi hugaheimi teirra fyrigykla tey sær, at bíblian brúkar tey sum amboð ella talurør til at tala allan sannleika og hennara søk í heiminum. Við hesum í huga, er tað ikki torført hjá teimum at finna dirvi til at úttala seg um Guds- og heimsáskoðan teirra. Fyri tey er tað nóg mikið bara at grundgeva við setninginum ”bíblian sigur tað.” Soleiðis ábyrgda tey ikki seg sjálvi fyri trúarútsøgnir sínar, men bíbliuna. Og soleiðis frelsa tey seg sjálvi frá kritikki, tá umheimurin svarar teimum aftur. Slíkan einkarrætt til sannleika og slík fyrigyklað trúarvissa má staðiliga avvísast. Piet Hein skuldi havt sagt um slíka trúarvissu: “Herrens visdom svigter ej, derfor mener han som jeg.”

Absurd sum orðini ljóða varnast vit, at hesi prædikufólkini taka sær einkarrætt til kristindómin, og orðini eru ikki óviðkomandi, tí sannførd og ósmæðin hætta tey sær út í einhvønn orðadrátt, sum hevur við trúgv at gera. Djørv leggja tey eisini upp til orðadrátt, har friður annars valdar. Gamlar ósemjur um rætta trúgv smæðast tey heldur ikki fyri at taka upp. Eisini har trúarsamfeløg hava lært at binda frið um trúarlærur – t.d. um dóp.

Ein ávísur prædikumaður prædikaði fyri bert tveimum vikum síðani um falskan dóp. Hvørja dópsáskoðan hann sjálvur man hava, skal hann sleppa at varveita, men kritikkurin hann gav kirkjuliga dópinum er ógrundaður og missvísandi – fyri ikki at siga skeivur!

Í lesarabrævi í Norðlýsinum og á Vágaportalinum 26.07.2020 skrivaði prædikumaðurin Ragnar Ludvig, at kirkjuligi dópurin er “óbíbilskur, falskur og sera villleiðandi.” Hvussu tilvitað hansara egna dópsáskoðan er, skal eg ikki úttala meg um, men kirkjuligu dópslæruna hevur hann so ikki sett seg inn í. Fyri tað fyrsta sáplar hann hana niður uttan at greiða nærri frá henni. Síðani gloymir hann, at kirkjurnar eisini doypa vaksin. Harumframt letur hann vera við at nevna, at eisini doyptu børnini verða uppald í kristnari trúgv, sum tey um konfirmatiónsaldur tilvitað kunnu játta – tvs. trúnna á Kristus og ikki trúnna á dópin, sum Ludvig kanska heldur. At enda grundgevur hann ikki ítøkjuliga fyri, hvat rætt dópspraksis er, men sigur so lættliga bara, at “bíblian er púra greið” og at “hon lærir” bæði eitt og annað. Hetta útfrá eini ørgrynnu av skrifttilvísingum, sum hann bara nevnir, men ikki rættiliga brúkar (í øllum førðum ikki á kritiskan hátt).

Tílíkur ókritiskur grundgevingarháttur er hvørki brúkiligur ella “bíbilskur” (fyri at brúka hansara egnu orðing). Grundgevingarnar eru ov lættar. Teimum væntar tyngd, tvs. próvførslu við greiðari og ítøkjuligari skrifttilvísing, sum lesarin ikki eigur at skula eftirkanna. Tað er harafturat ikki nøgdin av skrifttilvísingum, sum hevur týdning, men BRÚKIÐ av tilvísingunum. Og greina vit brúkið nærri, verjir Ludvig ikki sínar atfinningar móti kirkjuliga dópinum við próvførslu, og tað fær atfinningarnar at standa ógrundaðar og óheimilaðar - also verður brúkið einans sakleysur ágangur.

Slíkt brúk av heilagu skriftunum verður skjótt missbrúk, tí hvørjum tænir slíkur ágangur? Í øllum førðum ikki evangeliinum, sum Kristus áleggur lærusveinunum at boða mannaættini, tá hann sigur við teir “farið tí út og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar við tað, at tit doypa tey til navns faðirsins, sonarins og heilaga andans” (Matt. 28, 19). Hann køvir evangeliið, heldur enn at boða tað.

Missbrúk og ókritiskt brúk av heilagu skriftunum ber eisini við sær, at prædikufólk ótilvitað kunnu koma til at bróta fyrsta boðið, sum Gud gav Mósesi: “Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg” (2. Mós 20, 3), tí, trúgva tey á bíbliuna, er tey avgudadyrkarar. Trúgva tey hinvegin á Gud, eiga tey at endurskoða sína ókritisku skriftfatan og bíbliuáskoðan. Og her kann skoytast uppí, at “bíblia” (grikst: βιβλία) ikki merkir Gud, men “bøkur” (í fleirtali). Og skulu tær sum heilagar skriftir framhaldandi vera HEILAGAR, er neyðugt at lesa tær við størri nærlagni og varsemi, áðrenn skriftstøðini verða slongd upp í andlitið á fólki. Nei, ikki er nakar okkara amboð ella talurør hjá bíbliuni, men tulkarar av henni, júst sum vit tulka einhvørja aðra bók.

At vit eru tulkandi verur er vónandi vanligur skúlalærdómur í dag. Hetta var kanska ikki eins týdningarmikið at vita fyrr, tá skúlagongdin summastaðni hevði minni týdning enn í dag, men skal Guds- og heimsáskoðan okkara vera tilvitað (heríroknað dópsfatanin hjá prædikufólki), má fyrsta fortreyt fyri bíbliulesnaði vera, at lesarin lesur kritiskt og ger sær greitt, at hann tulkar tað, hann lesur, og ikki heldur seg vera nakað amboð ella talurør hjá einari ólivandi bók.

Ólavur Eysturdal

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo