40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tórshavnar kommuna: Tina og Kári komu víðari til finaluna í X-Factor. Og í dag kom TV2 við Tinu til Føroya at gera nakrar uptøkur í sambandi við finaluna komandi vikuskiftið.

Tað, ið Tina ikki visti var, at skipað var fyri stórslignari móttøku í City Church, har borgarstjórin tók ímóti henni.

Ein bilsin Tina kom inn í salin, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði nøkur fá orð um tann tónlistarliga og mentanarliga týdning, hennara familja í fleiri ættarlið hevur havt fyri Havnina, nógv av tí sprottið úr Evangelliihúsinum, sum í dag eitur City Church.

Borgarstjórin segði stutt, at øll Havnin og allar Føroyar fylgja við og stuðla uppundir finaluna og ynskti Tinu tillukku við finaluplássinum og bestu eydnu komandi vikuskiftið.

Myndir: Ólavur Frederiksen

SÍ MYNDIR HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo