40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Bindifestivalurin: Seinastu fýra árini hevur bindifestivalurin í Fuglafirði arbeitt fyri at heiðra og varðveita okkara ríku bindimentan.

Soleiðis verður aftur í ár og fyrst í hesi vikuni kunngjørdi bindifestivalurin tær 43 verkstovurnar, ið møguleiki er at vitja. Evnini í ár eru fjøllbroytt og undirvísararnir eru úr nærum øllum norðanlondum.

Millum annað ber til at læra dupultbinding við Lindu á Marknagili Debes, marjunarbinding við Elspu Petersen og at gera  ”islandsk lopapeysa” saman við kenda íslendska undirvísaranum Hafdís Bjarnadóttir. 

Aftur at verkstovunum rúmar bindifestivalurin eisini ymiskar fyrilestrar, framsýningar, gongutúrar og bindikaféir, sum taka støði í bindimentanini.

Sum nakað serstakt í ár verður eisini skipað fyri einum dinnerteatur kvøldi, har matarskrá við trimum rættum verður borðreidd frá Gutta Winther og sjónleikur frá Grugg teatur verður framførdur.

Bindifestivalurin er í tíðarskeiðinum 11.-13. apríl.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo