40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Millum øll tey mongu orðini er tað ein frægd at boða gleðiboðskapin um Jesus. Millum allar viðkomandi spurningar er tað ein gleði at boða svarið, ið birtir vón, gleði og trivnað.

Tað er henda sæla boðskapin, ið kristnin prædikar í talu, verki og tænastu. Viðhvørt tykist hetta barnsligt, bíligt og einfalt. Onkuntíð gera vit boðskapin litríkari, so hann líkist okkara egnu fatan, hugsan og trúgv. Verður boðskapurin litaður av menniskjum, missir hann sína styrki og sítt trúvirði.

Alt tað, ið nemur menniskjað, verður litað av okkara tvørrandi góðsku. Alt tað, ið nemur Guð, verður mettað og fylt við varandi innihaldi. Øll tey, ið møta Jesusi í trúgv til trúar, verða nomin av Guðs signing og frelst frá synd, dómi og deyða.

Jesus er øðrvísi enn øll onnur, ið heimsbókmentirnar umrøða. Hann er reinari, sannari og halgari enn onnur heimskend. Jesus er navnið á Guðs kærleika og sáttargerð.

Jesus talar virðiliga og í eygnahædd við menniskju. Hann byrjar ikki samtaluna við einari átalu ella einum kravi um, at nú mega vit taka okkum saman ella taka annað skinn um bak. Hann vendir ikki einum syndara í hurðini, men opnar smoguna inn í Guðs ríki fyri hvørjum menniskja, ið biður um grið, náði og fyrigeving.

Jesus er ikki ein duravørður, ið setur menniskju út á gøtuna og letur dyrnar aftur. Ístaðin fyri at lata hurðina aftur opnar hann dyrnar fyri øllum, ið ákalla navn hansara og banka á himinsins dyr.

“Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum. Tí at hvør tann, ið biður, hann fær, og tann, ið leitar, hann finnur, og tí, ið bankar uppá, skal verða latið upp fyri.” (Matteus 7,7-8).

Sonur Guðs, Jesus Kristus, vil øllum alt tað besta og dregur menniskju at sær. Hann sær hin einstaka við kærleikans eygum. Honum nýtist ikki glareygu ella sjóneyku til tess at meta um, hvørt vit eru skikkað ella ikki. Honum nýtist ikki handskar til tess at taka í hondina og leiða okkum ávegis.

Tað er frelsarans fremsta uppgáva at bjarga menniskjum burtur úr ráðaloysi, vónloysi og ótta. Frelsarin vil tað góða, talar jaliga og umboðar tað vakra og sanna. Jesus ynskir at vera sannleikin um okkum, sakførari okkara og dómarin, ið dømir okkum innanvert himinsins bústaðir í Guðs ríki.

Skriftin vitnar um megnar menn og kvinnur, ið tæntu Guði og fólki Guðs. Eingin orsøk er at lasta teirra vælgerðir, miskunnarverk og andaligu avrik. Men!

Enntá Guðs bestu børn fullu í synd, – henda staðfesting er til skjals í Bíbliuni. Tess vegna er Halgabók máttmikil, lærurík og álítandi. Ikki frásagnir um halgimenni, men søgur um menniskju við girndarhuga, øvund og hatskari tráð. Staðfestingin er sterkari uttan nakað dømi. Bókin er til skjals, og skjalatilfarið er atkomiligt.

At møta menniskjum við einum jaligum tóna um Guðs stóru náði er ein forrættur, ið vitni Guðs fáa lut í. Ríkur í náði og góðsku, ríkur í kærleika og fyrigeving, – tað er ein fullkomnan frelsara, ið vit eiga í Jesusi Kristi.

Frímóðiga at møta menniskjum og í Kristi stað bera teimum boðskapin um eina vónríka framtíð og ein sælan ævinleika. At vera risin upp úr sínum egna sorta og vónleysu niðu. At vera bjargaður úr vanda og sálarneyð og settur á trygt lendi, Klettin Kristus. At kenna loysnarin Jesus sum Guds son og frelsara.

Tað er royndina vert at ákalla Jesu navn. Tað er royndina vert at banka á himinsins dyr. Tað er lukkan at bjóða Jesusi inn og geva honum innivist í hjartanum. Vælsignað og dýrabart, at tað ikki er neyðugt at rudda ella vaska upp og niður, áðrenn vit bjóða honum inn.

Innkomin í hjartað er Jesus ein vinsælur frelsari, ið lærir okkum um vegin til lívs og sælu. Hann uppstigar okkara etisku førleikar og leggur lag á, hvussu lívið kann vignast, sjálvt um okkurt miseydnast.

Satt er tað, at tey etisku krøvini koma og biðja okkum liva samsvarandi trúnni. Vit kunnu einans læra og halda leiðreglur Jesu, um vit fylgja í fótasporum hansara. Fylgja vit Jesusi, verður mangt, ið er ómøguligt, gjørligt, og tað, ið er torført, verður lættari.

Hóast ábyrgdin er okkara, er frelsan Guðs. Guðs hendur halda, tá ið vit snáva. Tað ræður um at lata Jesus hjálpa okkum aftur á føtur, so vit ikki verða liggjandi í fallinum. Á føtur í Jesu navni! Amen.

Orðið: “Men tá ið hann (Pætur) sá illveðrið, óttaðist hann; og tá ið hann tók at søkka, rópaði hann og segði: “Harri, bjarga mær!” Í tí sama rætti Jesus hondina út og tók í hann og sigur við hann: “Fátrúni maður, hví ivaðist tú?”” (Matteus 14,30-31).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo