40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G-festivalurin: GSo er tíðin komin til at hyggja fram ímóti summarinum og G! Festivalinum í 2021, har vit vóna at sleppa at hátíðarhalda 20 ára føðingardagin saman við tykkum. Seinasta árið hevur haft nógvar avbjóðingar, fyrst ein avlýsing, síðan korona, og so tann stóra avlýsingin av øllum festivalinum. Tað hevur gjørt, tað trupult at fyrireika 2021 festivalin, men tað hevur eisini gjørt at vit hava haft nógva tíð at laga okkum eftir nýggju støðuni, sum heimurin er í, og nú eru vit klár aftur! G!

Festivalurin kann nú bjóða tær at ogna atgongumerki til G! Festivalin 2021 og at rinda 1 Mai, tá endaliga støðan er tikin, um festivalurin verður veruleiki. Vit arbeiða fram ímóti at gera G! 2021 so vanligan sum møguligt, men um G! festivalurin verður avmarkaður í stødd, fáa tey fyrstu, sum hava keypt atgongumerkið fyrsta rætt til G! 2021.

Viðvíkjandi sølu av atgongumerkjum til tjalding og húsvognar, hava vit gjørt av at bíða til 01 Mai, tá vit vónandi vita, hvussu støðan er við koronu og tilmælunum. Við góðari hjálp frá okkara trúføstu stuðlum, kunnu vit bjóða tykkum hesa loysnina, sum bæði er til gagns fyri tykkum og okkum. Komandi tíðina fara vit at kasta ljós á hvat G! 2021 hevur at bjóða. Vit gleða okkum at fáa G! veistluna aftur á banan! næsta ár, og tey næstu 20 árini.

Vit síggjast á G!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo