40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mynd: Óluva Zachariassen

Mynd: Óluva Zachariassen

Mynd: Óluva Zachariassen

Tórshavnar kommuna: Seinastu árini er fólkatalið í Hesti støðugt minkað, helst bæði orsakað av vánaliga sambandinum til oynna, men eisini orsakað av vantandi tilboðum í oynni, umframt at lítið og einki arbeiðsvirksemi er.

Hetta hevur havt við sær, at fleiri og fleiri síggja møguleikar í at menna oynna til eina ferðavinnuoyggj. Eisini vísir tað seg, at fleiri og fleiri ynskja at ogna sær frítíðarhús í oynni.

Hesi hugskot ynskir kommunan at stimbra undir, og tí verður farið undir at bjóða tveir matrikklar út til at byggja frítíðarhús á.

Talan er um eitt øki, sum í byggisamtyktini er lagt út til frítíðarhús, og eitt øki, sum liggur niðri við havnalagið. Kommunan eigur bæði økini, og umsitingin fer at tosa við umboð úr Hesti um verkætlanina, áðrenn endaliga útbjóðingarskrivið verður lagt út alment at bjóða uppá.

Býráðið skal nú hóskvøldið taka støðu til eitt tilmæli um at heimila umsitingini at fara undir at gera útbjóðingartilfar at bjóða matrikklarnar út til bygging av frítíðarhúsum, og at beina málið í býráðið umvegis staðbundnu nevndina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo