Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Sum flestu kunnugt tjenar Eirikur Lindenskov kassan upp á ferða- og matstovuvinnuna.

Mín sann um Miðlahúsið ikki eisini hevur onkra lukrativa útleiguavtalu við matstovu.

Leysliga mett tjenar blaðstjórin, javnaðarmaðurin og spekulanturin umleið eina millión krónur um árið uppá útleigu til ferða- og matstovuvinnuna.

Tí er tað ikki sørt ósmæðið av blaðstjóranum, tá hann, sum hevur annað beinið í hotell-vinnuni, nú í vikuni i oddagrein í javnaðarmálgagninum hartar Atlantsflog fyri at hava bygt hotell.

Sum blaðstjórin sigur fer at kosta Atlantsflogi dýrt í koronakreppuni.

Stjórin i Atlansflogi, Jóhanna á Bergi, hevur annars fleiri ferðir sagt, at Atlantsflog trýr upp á eina framtíð eftir korona, og tá er gott, at hotellið hjá flogfelagnum er klárt at taka ímóti gestum.

Blaðstjórin ger seg til verja fyri privatu hotellvinnuna.

Sjálvandi, tí har hevur blaðstjórin sjálvur síni egnu áhugamál.

Blaðstjórin mælir í oddagrein til, at Atlantsflog selur Hilton og brúkar sína orku uppá at flúgva.

Blaðstjórin sær kanska onkran nýggjan handilsmøguleika, nú hann gjøgnum sína oddagrein kann leggja trýst á politsku skipanina.

Kanska at fáa flutt Hilton-hotellið frá Atlantsflogi yvir til síni egnu handilssambond?

Blaðstjórin hevur sjálvandi loyvi til at vera spekulantur.

Men tað er eitt sindur ósømuligt júst hjá hesum blaðstjóra, sum javnan ákærur onnur fyri dupultmoral, at hava dupultan ella trídupultan leiklut:  At verða blaðstjóri, spekulantur og javnaðarmaður, alt samtundis.

Ein kundi spurt um tað er í samsvari við góða fjølmiðlasiðvenju, tá ein blaðstjóri brúkar sínar miðlapallar til at fremja síni egnu handilsligu áhugamál.

Ad-hoc toymið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo