40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Blái Krossur lat upp í egnum hølum í Saltangará í dag. Móttøka var – og borgarstjórin í Runavíkar kommunu flutti fram røðu:

Um fermingaraldur limaðu vit okkum inn í NIOGT-losjuna á Glyvrum. Tað var nærum obligatoriskt, og tey vóru nú heldur ikki so mong - savningarhøpini. Losjan var skjøldurin ímóti rúsevnum, tí bar hon hetta einastandandi heitið: Skjøldur. Tað eru nú, í mínum føri, fleiri enn 50 ár síðani. Hálv øld. Meðan vit hoyrdu nógv um Bláa Kross á Toftum, í Rituvík og í Søldarfirði og Lamba, man pallurin hjá avhaldsrørsluni her í bygdini í størri mun hava verið skipaður í losjuni, sum eisini gjørdist felagsskapurin, har ungdómurin sum sagt fyri tað nógva savnaðist. Umframt kjarnuvirðini fingust vit við ymiskt annað – og nógv munnu tey vera, sum eitt nú lærdu at dansa eingilskan dans í lítla losjubygninginum og í Glyvra Bio, og tað er heldur ikki ókent millum manna, at ein stórur partur av ítróttarlívinum í hesum økinum rann undan tempulgáttini haðani. Tað man hava verið ómakaleyst at avansera í tí høpinum, tí longu eftir nakrar vikur, hevði eg albógva meg framat taburettini, sum stóð fyri tí pastorala partinum, ið bar heitið kapellanur. Tignin sást aftur í sjáldsamum regalium.

Frummegirnar eru ikki so ásýniligar, men vit kenna øll hesi hugtøkini: Tyngdarmáttur, aktión og reaktión, tesa og antitesa o.s.fr. Vit eru umgird av hesum fløktu og mangan óskiljandi træðrunum, sum onkursvegna treyta hvørannan.

Ein farin skyldmaður mín, granni og samstarvsfelagi í nøkur ár, hálva øld eldri enn eg kortini, Ingvard á Langanesi, plagdi at siga mær frá, at hann ongantíð limaði seg inn í losjuna, hóast leiðtogarin, Eiðis-Knút, gekk íðin og kykur á hann. Tað var ikki tí at rúsur órógvaði hansara lív. Hann var ein av hesum, sum mundi eiga eina fløsku inni, væl goymd úti undir væðingini at bjóða av, skuldi onkur vitjandi komið á gátt, og í mesta lagi legði hann tunguna á í føroyska dansinum 2. jólakvøld og kanska annað páskakvøld. Men hann gjørdi Knúti greitt, at um hann so stóð púra einsamallur uttanfyri losjuna, bleiv tað harvið. Filosofiin var sjálvandi, at gingu øll innanvert girðingarnar hjá felagsskapinum, tá hevði hesin líkasum mist sítt endamál. Mist málið - stevnuna - úr eygsjón, eftir at ongin var eftir uttanrættaður. Skyldmaðurin hevði stóra virðing fyri avhaldsrørsluni, men hann ynskti onkursvegna at vera endamál hennara, hóast hann var alt annað enn drykkjumaður, - heldur uppá tað nærmasta avhaldsmaður.

Nú eru vit líkasum frammi við kjarnu málsins. Tostan og menniskjansligu tráanina eftir rúsi. Nú havi eg ikki skil fyri kemisku kyrranini millum menniskja og rúsevni, men ongin ivi er um, at hesi bæði høpini frá araldstíð hava verið heft saman. Hava gingið undir liðini á hvør øðrum. Tvær alin av sama vadmali kanska. Kann ætla, at vit øll hava hoyrt um hellenaran Dionysos – ressortguður fyri víni og kynsligum eldhuga, og ikki minni um hin rómverska Bacchus, sum vit m.a. hoyra um í hesi strofuni hjá kára p.:

….har blandar tú títt blómubryggj
uttan timburmenn ella fólkaskomm
tí avdottin er bakkus brátt
av kánabrúdleypsromm
kom við út á villar víddir
uttan haft ella tíðartonn.

Hóast Dionysos ikki var ein av teimum 12 olympisku guðunum, so sigur hansara status okkum kortini, at rúsur altíð hevur verið ein neyvur fylgisveinur hjá menniskjanum – í ringasta føri ein treiskur eltari, sum kann gera enda á okkum, - bræða okkum burtur úr samfelagnum og fólkahavinum - um ringast ella illa vil til.

Blái Krossur gongur á søgunar slóð inn ígjøgnum hesa sprunguna við sínum kjarnuvirðum. Gerst andvág til menniskjansligt máttloysi, - tá rúsurin vinnur á skili, vilja, sál og kroppi. Kristna læran er millum stóru paradigmuskiftini í heimssøguni, og næstakærleiki gerst tá eitt vitalt høpi í samfelagnum og í felagsskapum, sum virka við veikaru brigdunum hjá teimum, ið av hesum sama standa á fallandi fóti. Endamálið er at skipa eitt samfelag við ongum alkoholi og ongum rúsevnum yvirhøvur, sum í førum kunnu hava fatalar sosialar avleiðingar við sær. Tað snýr seg um nærleika, fakligan kunnleika og trúnna á nýggjar møguleikar. Um aktiva handling við fyribyrging og at hjálpa medmenniskjum úti á tromina, hesum, sum eru skapt í Guðs bílæti líka, og sum harvið, øll, eiga sama virði í sær sum onnur og tí rættin til neyðuga hjálp úr neyðini, líkamikið hvør observansurin annars er og á hvørjum knaga tú hevur hingið á í samfelagnum frammanundan. Tað snýr seg í stuttum um at fáa okkurt á beint aftur, sum var farið av ella úr lagi. Úr spónalagnum. Tað hongur eitt sindur av frummáttinum aktión-reaktión – ella tesa-antitesa – uppi við hesum, Blái Krossur er ofta antitesan, sum í mongum førum virkar við til at ein syntesa fæst burturúr: Ein rúsleysur alkoholikari.

Um støðan á hesum miðum stendur við og versnar? Ja, tað vita tey sum dagliga virka við hesum, men líkamikið hvønn vegin tað rekur í so máta, er onkur orsøk til hendan veikleikan, sum í ringasta føri kann gera enda á einum menniskja, har eina ódygdin tekur allar dygdirnar við sær í fallinum.

Er veikleikin íborin hjá summum? Ella, eru tað ákomnir trupulleikar, sum eru orsøkin? Strongd kanska – har løgurin tilsýnilátandi kann geva lynna og eina fragdarløtu, fyrst bara eina evarska lítla løtu, sum til endans gerst til eina drúgva samanhangandi løtu – dagar og vikur um ikki ár? Hin alkendi Ludvig Holberg spurdi í 1722: Hví drekkur Jeppi? Jeppi á Fjallinum? Leikurin hevur verið á palli sýndur í mongum brigdum og tulkingum, í nógvum londum, og longu fyri smáum hundrað árum síðani, tvey hundrað ár eftir frumritið, flutti Rikard Long komediuna yvir á føroyska tungu.

Fjallið er ein bygd á Sælandi og Jeppi er festibóndi. Konan Nilla fer illa við honum, táið hann er heldur váttligur og harvið drekkur alt húsarhaldsfæið upp. Tað ger ikki støðuna betri, at Nilla er heldur flákrut og fjasast undir fjarðunum við djákninum. Tann eyðmýkingin er dropin, sum fær alt á glið og av kós, og ístaðin fyri at loysa trupulleikarnar við skilvísi, rationelt, gongur Jeppi seg viljaleysur inn í eitt rússkýggj, kulkar alt størri mongdir í seg, og harvið gerast trupulleikar hansara alt bulmiklari sum frálíður – óloysiligir.

So kompleks sum nútíðarsamfeløgini eru, kann tað vera, at trýstið veksur á hesum mótinum, og tað er ongin ivi um, at felagsskapir sum Heilbrigdi og Blái Krossur, ið stríðast ímóti destruktivitetinum, orsakaður av ov nógvari rúsnýtslu, hava havt ein týdning í føroyska samfelagnum, sum ikki kann mátast. Tummastokkurin ella liturmálið kunnu ikki brúkast fyri at finna útav vinninginum, av at fáa ein alkoholikara upp á turt aftur. At berja niður ódygdina og mana dygdirnar fram aftur í honum, - aftur at fáa hann til ein ájavnan part av samfelagnum. Onkur veit, um hetta snýr seg um sjúku, ein veikan alkoholiskan ílegustrong ella sosialar avleiðingar, í hvussu er kann staðfestast, at mangt eitt mannalívið er komið undan rúsvæðingini aftur, eftir at hava frekventerað avrúsingarstovnarnar - spjaddir í ymsum deplum kring landið.

Kjálkandi upp at eftirlønaraldri, veit man treyðugt so hvussu ein ráki smakkar, og væl tað kanska. Onkur hevur kenningin eisini verið, hesum skal ikki liggjast omaná - og eftir at hava farið víða um verøld, starvað saman við so ómetaliga mongum menniskjum, so veit man eisini hvørjar ringu avleiðingarnar kunnu vera av rúsevnum, eisini hjá fólki sum eiga í sær óvanliga góðar dygdir á flestu mótum. Eini veiki strongurin kvettir allar hinar av, táið tostin ger bart. Tí er brúk fyri tykkum, sum hava lagt tykkara orku í at ganga upp ímóti hesi oyðileggjandi driftini.

Dionysos og Blái Krossur. Er hin fyrri ikki foyktur verður hin seinri tað heldur ikki. Hesi høpini treyta hvørt annað. Filosofiin er hin sama sum hjá edrúa langanesmanninum, sum ynskti at vera synonymur við endamál losjunar. Stóð uttanfyri bert fyri at varðveita Skjøldri eitt endamál. Í okkara tíð eru trupulleikarnir so stórir, at Blái Krossur neyvan nakrantíð røkkur á mál samsvarandi stevnuni – til tað er vínguðurin Dionysos, ella Bacchus, vorðin ov máttmikil.

Fyri Runavíkar kommunu og meg sjálvan fari eg við hesum fáu orðum at ynskja tykkum í Bláa Krossi hjartaliga til lukku við nýggja heimstaðnum – mondenu adressuni - her í Heiðunum, Guðs signing og hepna hond við virkseminum frameftir - í vónini og væntanini um eitt gott og happadrúgt grannalag í ókomnum døgum, vikum og árum.

Táið ein heimistovumaður í sínari tíð bygdi sær og húskinum hús millum Glyvra Bio og Missiónshúsið á Glyvrum, var tað á mannamunni rópt, - í spølni sjálvandi: Millum heims og heljar. Og í dag kennist tað næstan sum lagnunar speisemi, at næsti grannin hjá Bláa Krossi er Rúsdrekkasøla Landsins, líka við at eitt rakiblað ikki fæst ímillum bygningarnar, - kanska ein onnur, visuel áminning um, at tit ikki verða arbeiðsleys í bræði.

Enn einaferð - hjartaliga til lukku.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo