40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyri góðari viku síðani, var móttøka hjá Blákrossheiminum ísamband við at DAT ung flutti í nýggj hølir í Havn. DAT ung hevur hildið til í Kongagøtu, saman við “Øll hava rætt til góð BARNAÁR” í hølum hjá Bláa Krossi. Av tí at virksemið “Øll hava rætt til góð BARNAÁR” støðugt veksur, var neyðugt við meira plássi.

Leitað varð tí eftir øðrum hølum, sum kundu hýsa ungdómsviðgerðini. Hetta eydnaðist og eru vit flutt inn í nýggj hølir á miðhæddini, í sama bygningi har Hoyrnin heldur til. Umstøðurnar er góðar, hølini eru ljós og rúmlig og væl egnað til okkara virksemi. Hølini verða brúkt til ungdómsviðgerðina, men ætlanin er at tey eisini koma at hýsa DAT eftirviðgerðini og DAT familjuviðgerðini, sum Blákrossheimið kemur at bjóða út í komandi ári.

Móttøkan var fyri starvsfólkum á Blákrossheiminum og starvsfólkum í Bláa Krossi annars. Starvsfólk hjá Megna títt lív, sum koma at húsast á ovastu hædd í sama bygningi, stukku eisini inná gólvið at heilsa uppá.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo