40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Undir koronakreppuni, sum at byrja við var ein heilsukreppa, sótu vit øll í sama báti. Bardagin stóð ímóti korona. Bátarnir lógu lið um lið við tryggari frástøðu, og vit stuðlaðu hvørjum ørðum. Nú líkt er til, at heilsukreppan í fyrsta umfari er av, eru tað nakrir bátar, ið eru byrjarðir at fyllast við sjógvi og eru komnir í svárastu neyð.

Her verður hugsað um øll tey mongu, sum starvast innan ferða- og tænastuvinnuna, sum hava tað ómetaliga trupult í løtuni. Dagliga eru tey vitni til, at teirra lívsverk gongur til grundar, og meðan tey, sum just vóru farin at spíra, fingu eitt høgg. Dagliga tosi eg við hesi fólk í vinnuni, og tað er alt annað enn hugaligt at hoyra tey greiða frá.

Arbeiðsloysið innan tænastu- og ferðavinnuna er nógv meira umfatandi, enn mong geva sær far um. Vit tosa um í minsta lagi eini 700 fólk, sum verða beinleiðis rakt av koronakreppuni. Inntøkurnar av altjóða ferðavinnuni liggur áleið 800 mió fyri føroyska búskapin og innlendisparturin eitt sindur lægri. Nú ongi ferðafólk koma til landið í ár, og ferðavinnan mestsum er avlýst fyri 2020, gerst skyldan tað størri.

Hóast ferðavinnan er um alt landið, so gongur kreppan í ferða- og tænastuvinnuni mest út yvir høvðusstaðin og tey smáu ferðamálini kring landið.

Hóast kommunurnar gera tað, tær eru mentar at stuðla vinnulívinum og halda gongd í búskapinum, so hava kommunurnar sambært lóg ikki heimild at stuðla vinnulívinum fíggjarliga.

Tað sýnist, sum at tað dregur út við einum hjálparpakka 3, ella í minsta lagi eini loysn á akkurát hesum økinum. Eg haldi, at landsstýrið eigur at arbeiða nógv skjótari og beinanvegin at koma við nøkrum kvalifiseraðum boðum uppá, hvussu vit tálma kreppuni.

Tað stutta av tí langa er, at vit vanta 800 miljónir í ár innan hesa vinnu, og tí krevst, at landsstýrið handlar beinanvegin.

Annika Olsen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo