Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Eitt flogfar frá American Airlines av slagnum Boeing 737 MAX fekk trupulleikar tá tað í gjár skuldi seta seg í Newark floghavnini í New York.

Flogfelagið upplýsir, at hóast flogfarið sendi út neyðarkall, og neyðugt var at sløkkja annan motorin áðrenn flogfarið settir seg, so spældi alt væl av.

Orsøkin til trupulleikan var, at oljutrýstið í motorinum knappliga minkaði.

Amerikansku flogferðslumyndugleikarnir fara nú at kanna hendingina nærri.

Flogfør av hesum slagnum eru stutt síðani farin at flúgva aftur, eftir at tey høvdu flogbann í langa tíð. Tað hendi eftir tvær flogvanlukkur í 2018 og 2019 sum kostaðu tilsamans 346 fólkum lívið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo