Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: - Føroysk børn eiga at læra um søguna, tí nógv í nútíðini kann greiðast frá í søguni og hevur týdning fyri samfelagið, sum vit kenna tað í dag. 

Tað sigur Gunvá Magnussen, ritstjóri á Námi, sum hevur ritstjórnað og lagt til rættis nýggju bókarøðina í lærugreinini søga- og samtíð. Bøkurnar eru tríggjar í tali og ætlaðar næmingum í 4., 5. og 6. flokki í fólkaskúlanum. Tann fyrsta kom í 2017, onnur árið eftir, og tann triðja varð givin út í fjør.

- Endamálið er, at næmingarnir skulu bera kensluna av, at søgan er teirra, at tey eiga lut í søguni og hava ávirkan. Tí gera vit nógv burtur úr at knýta søgu og samtíð saman, sigur Gunvá Magnussen.

Hon vísir á, at næmingarnir ikki neyðturviliga skulu vita alt um søgu, men tey skulu kenna til søguna og hava fingið eina grundleggjandi fatan av, hvønn týdning søga og søguligar hendingar í fortíðini hava fyri nútíðina og samleikan hjá landi og fólki, sum í Føroyum býr.

- Eitt søguleyst fólk er eitt rótleyst fólk, sigur Gunvá Magnussen.

Tað hevur eisini stóran týdning, heldur hon, at bøkurnar eru á føroyskum upprunamáli.

- Tað er púra avgerandi, at málið er føroyskt og tilfarið viðkomandi og rótfest í føroyskum viðurskiftum. Um tilfarið ikki endurspeglar veruleikan og umhvørvið, sum næmingurin veksur upp í, er stórur vandi fyri, at næmingurin fer ikki at kenna seg aftur og knýta seg at søguni, men gerst rótleysur, sigur Gunvá Magnussen.

Tað er Erling Isholm, søgufrøðingur, sum hevur skrivað bøkurnar. Arbeiðið er gjørt í tøttum samstarvi við Nám og ritstjóran. Eisini hevur ein fylgibólkur, millum annað mannaður av trimum lærarum, sum undirvísa ella hava undirvíst í søgu í fólkaskúlanum, fylgt arbeiðinum. Ein teirra hevur undir tilgongdini verið í starvi á Tjóðsavninum. Ein vegleiðing til læraran fylgir við hvørjari bók, og ein av bókunum – tað er hon til 6. flokk – er lesifrøðiliga viðgjørd. Tað merkir, at ein útbúgvin lesifrøðingur hevur mett um, hvørt innihaldið samsvarar við væntaðu førleikarnar hjá næmingunum at skilja og fata tekst.

- Tað er okkara vón, at bøkurnar nøkta tørvin, so lærarar ikki hava fyri neyðini at leita aðrastaðni eftir undirvísingartilfari í søgu- og samtíð, sigur Gunvá Magnussen.

Søga 4, 5 og 6 eita skúlabøkurnar, sum Erling Isholm, søgufrøðingur, hevur skrivað, og Gunvá Magnussen á Námi hevur ritstjórnað og lagt til rættis.

Tað eru Anni Arge Jacobsen og Janni Johansen, sum hava teknað tekningarnar og umbrotið bøkurnar.

Fylgibólkurin, sum hevur fylgt arbeiðinum, hevur verið mannaður av Regini Debess, Petru Sjóstein, Sigurlaug Fossdal og Augustu Egholm Petersen. 

Brot úr grein í Skúlablað nr 1, 2024, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað. Les alla greinina í blaðnum. Mynd: Heine Nygaard.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo