Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tveir av profilunum í Betri Deildini farna kappingarár, Adrian Justinussen úr HB, og Jóannes Kalsø Danielsen úr KÍ - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya leggur í løtuni síðstu hond á fyrireikingarnar til eitt nýtt kappingarár.

Eins og undanfarin ár byrjar fótbóltsárið 2024 við stórsteypadystinum hjá monnum, sum verður sunnudagin 3. mars. Eina viku seinni verður farið undir landskappingina.

Leikdagarnir í Betri Deildini hjá monnum eru nú klárir, og í løtuni verða seinastu smálutirnir í sjálvari leikskránni fingnir upp á pláss.

Greitt er í øllum føri, at fyrsta umfar verður vikuskiftið 9. og 10. mars. Summarsteðgurin verður frá 6. juli til 2. august, og síðani verður spælt til 26. oktober, tá síðsta umfar er á skránni.

Eina viku seinni, leygardagin 5. november verður finalan um Løgmanssteypið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo