Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Í gjár varð fimta og seinasta Grand Prix-umfar spælt í høllini í Trongisvági, og sostatt er Grand Prix-kappingarárið í borðtennis nú komið at enda, og vinnarar eru funnir og heiðraðir í øllum aldursbólkum.

34 leikarar luttóku hesaferð, og tað er hægsta luttakaratalið í einari Grand Prix-kapping hetta kappingarárið. Miðal luttakaratalið hevur hetta kappingarárið verið 30 leikarar, og tað er útvið átta leikarar fleiri í miðal enn í fjør.

Tað var tætt í fleiri aldursbólkum undan avgerandi umfarinum, men í meistaradeildini hjá monnum hevur eingin ivi verið hetta kappingarárið. Hallur Thorsteinsson hevur verið greitt besti leikarin, og tað sló hann rimmar fast í gjár, tá hann enn einaferð vann allar dystirnar 3-0, og - eins og seinast - vann hann finaluna 3-0 á Tór-liðfelaganum, Fróða Fríðasyni Jensen.

Hjá kvinnum vann Anja Wongwai úr TBF gull. Hon hevur ikki havt nógva mótstøðu hetta kappingarárið, eitt nú tí liðfelagi hennara, Britt Michelsen, er flutt av landinum í lestrarørindum. Anja setti tó eitt flott punktum í síðstu kappingini, har hon í A-bólkinum í gjár megnaði at gerast nummar tvey í sínum bólki, eitt nú við sigri á Ára Fríðasyni Jensen, sum fekk bronsu í meistaradeildini hjá monnum.

Í yngru deildunum var eitt nú sera tætt hjá smádreingjum, har einans fá stig skiltu teir báðar Tór-leikararnar, Brand Bárðarson Johannesen og Suna á Lava. Her var tað Brandur, sum endaði ovastur og vann gull væl hjálpt av einum sera flottum 3. plássi í B-bólkinum í gjár.

Hjá pinkum hava seks leikarar kappast hetta kappingarárið. Tað er greitt fleiri enn undanfarin ár, og tað er at fegnast um, at luttakaratalið á kvinnusíðuni er økt so mikið ímillum heilt ungu leikararnar. Hetta skuldi boðað frá góðum fyri framtíðina.

Tvær borðtennis-kappingar eru eftir at spæla hetta kappingarárið. FM fyri ung verður í Trongisvági 15. - 16. mars, og FM fyri vaksin verður í Tórshavn 5. - 6. apríl. Onnur spennandi tiltøk eru tó eisini á skrá, og eitt nú fara 9 leikarar á ungdómslandsliðnum á venjingarlegu í Íslandi um smáar tvær vikur.

Niðanfyri síggjast samlaðu Grand Prix-vinnararnir hetta kappingarárið, og niðast í greinini eru úrslit frá gjárdagsins 5. Grand Prix-umfari.

Grand Prix-vinnarar 2023/2024

Smápinkur
1. Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór)
2. Bára Sørensen (TBF)
3. Kaja Thomsen (TBF)

Smápiltar
1. Baldur Garðshamar (TBF)

Piltar
1. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
2. Rasmus Bárðarson Johannesen (Tór)
3. Filip Restorff (Tór)

Smágentur
1. Hadassa S. Christiansen (Tór)

Smádreingir
1. Brandur Bárðarson Johannesen (Tór)
2. Suni á Lava (Tór)
3. Pumin Poulsen (TBF)

Gentur
1. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)

Dreingir
1. Ólavur Hammer (TBF)
2. Jákup Margar Debess (Tór)
3. Poul Knút Poulsen (TBF)

Kvinnur
1. Anja Wongwai (TBF)

Menn
1. Hallur Thorsteinsson (Tór)
2. Fróði Fríðason Jensen (Tór)
3. Ári Fríðason Jensen (Tór)

--

Úrslit - Grand Prix, 5. umfar
 
Bólkur A - endaspæl
 
Finala:
Hallur Thorsteinsson - Fróði F. Jensen 3-0
 
Hálvfinalur:
Hallur Thorsteinsson - Ólavur Hammer 3-0
Fróði F. Jensen - Anja Wongwai 3-0
 
3.- 4. pláss:
Anja Wongwai - Ólavur Hammer 1-3
 
5. - 6. pláss:
Ári Fríðason Jensen - Rasmus Teitsson í Skorini 3-0
 
7. - 8. pláss:
Jákup Debess - Hans Jacob Gaard Petersen 3-2
 
Bólkur B
Poul Knút Poulsen (TBF)
Teitur Haraldsen Albinus (Tór)
Brandur Bárðarson Johannesen (Tór)
Edvard Faa Nårstad (TBF)
Hadassa S. Christiansen (Tór)
Suni á Lava (Tór)
Rasmus Bárðarson Johannesen (Tór)
Gudmund Djurhuus (TBF)
 
Bólkur C
Tummas Wilhelm (Tór)
Viljar Dulavík (Tór)
Filip Restorff (Tór)
Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór)
Pumin Poulsen (TBF)
Geiri Poulsen Augustinussen (TBF)
Dávið Jákupsson Hansen (Tór)
 
Bólkur D
Levi Simonsen (TBF)
Benjamin Simonsen (TBF)
Liam Steinkross (TBF)
Baldur Garðshamar (TBF)
Julia Tausen Larsen (TBF)
Kaja Thomsen (TBF)
 
Bólkur E
Rúnar Gunnarsson (TBF)
Bára Sørensen (TBF)
Angelina Øster (TBF)
Jens Jón Johannesen (TBF)
Johanna Midjord (TBF)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo