40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fyrsti borgarafundurin av trimum um bústaðarpolitikkin hjá Tórshavnar kommunu verður á Finsen í kvøld kl 19.

Mikukvøldið 21. februar kl 19 verður fundurin í Skúlanum við Løgmannabreyt og týskvøldið 27. februar kl 19 verður borgarafundur í Skúlanum á Argjahamri.

Skráin í kvøld er soleiðis, at byrjað verður kl 19 við kaffi og livandi tónum frá Signari í Homrum. Aftaná leggur Annika Olsen, borgarstjóri, fyri, og síðan verður vístur ein stuttfilmur um bústaðarpolitikkin. Aftaná hevur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, framløgu um bústaðarpolitikkin.

Eftir ein steðg er orðið frítt og eftir kjakið rundar Marin Katrina Frýdal av og greiðir frá, hvussu kommunan fer at arbeiða víðari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo