Maðurin stýrir verðini. Konan stýrir manninum
- Spanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í Sørvágs kommunu er gott at búgva, og tað skað tað frammhaldandi verða. Hvat er tað sum ger, at borgarin trívist í einari kommunu?

Fyri at skapa trivnað og vøkstur i einari kommunu, er umráðani at vit vísa umsorgna og virðing fyri borgarunum.  Hettar er bæði yngri og eldri.

Borgarin skal verða hoyrdur, og skal hava møguleika at koma við hugskotum og ætlanum, sum eiga at verða tiknar upp og diskuteraðar.

Tað týdningarmiklasta fyri eitt fólk er at verða tikin við uppá ráð. Tá følir borgarin ein eigaraskap av verkætlanum og hevur nógv nemmari at fyrihalda seg til tær.

Nú hoyri eg til  barnafamijurnar í kommununi, tískil fara eg at nema eitt sindur við tann bólkin.

Eg havi sjálvur búð aðrastaðni enn í Sørvági, 12 í Havn og 3 ár í Danmark. Tá vit valdu at flyta heim aftur, valdu vit Sørvág. Hví Sørvág? Jú tí í Sørvagí eg eri uppvaksin, og havi havt ein góðan barndóm her í bygdini og tað er umráðandi.

Gert tú nakað fyri børnini og tey ungu, so er stórur møguleiki fyri at tey vejla ta bygdina sum nr. 1 tá tey bliva eldri og skulu seta búgv og fáa familju. Gert tú harafturímóti lítið og einki velja tey onnur støð at búgva.

Tí eiga vit at raðfesta tilboð til ungdómin og barnafamiljur høgt, tí tað eru tey sum eiga frammtiðina.

Børnini hava lítlan og ongan valmøguleika, tey eru noydd at búgva har foreldur teirra valdu at búseta seg. Vit eiga at seta fólk í starv sum brenna fyri børnunum og ungdóminum, og geva teimum eitt stað har tey kunnu samlast undir tryggum og góðum rammum. Hvat hetta staðið skal verða skal eg ikki avgera. Aftur her skulu vit hava fólkið við. Tað kann gott verða at børnini ynskja okkurt heilt annað enn tað vit hava hugsað, tí skulu tey eisini hoyrast.

Sørvágs kommuna hevur farna valskeið gjørt okkurt við hetta, men enn er langt á mál. Sum dømi kann nevnast, at spæliplássið er væl á veg. Hetta er eisini eitt miðstaðarøki har ung, eldri og familjur kunnu samlast. Og møguleikarnir verða nógvir.

Hettar er gleðiligt fyri okkum øll.

Til endans vil eg koma inn á liðuggerð her í bygdini.

Oftani er tað ikki nógv,  sum manglar í, fyri at fáa heil grannaløg fix og ferdig, við asfalti, gonguteigum, gøtum og øðrum. Hetta eigur komandi bygdarráð at raðfest hægri enn vit hava gjørt í skjótt farnu setu, hetta so vit fáa nøgdar borgarar, sum kunnu siga, at í Sørvágs kommunu er gott at búgva.

Vælkomin at vitja mín Facebook profil, har eg eisini havi skriva um onnur evnir.

Gott val.

Ragnar í Haralstovu
Valevnið á lista A

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo