40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Lurtar nakar eftir tí, sum brúkararnir av tunlunum og avvarðandi kommunur hava at siga?

Hetta er ein sera viðkomandi spurningur, tí hóast nógv orka er løgd í at greiða frá teimum avbjóðingunum, sum borgarar í økinum norðanfyri hava, so kenna vit okkum als ikki hoyrd.

Hósdagin 15. juli varð ein ljósskipan sett upp við Tunlarnar norður um fjall. Mong undraðust, tí at eingin kunning var send okkum um hetta.

Fríggjadagin 16. juli kom ein stutt kunning á heimasíðuna hjá Landsverki.

Nú kundi ein fingið tað fatan, at hetta er skipanin, sum kommunurnar hava biðið um. Soleiðis er ikki. Hendan ljósskipan er als ikki í samsvari við tað, sum vit hava tosað um, og sum vit greiddu Landsverki frá á fundi fyrr í ár.

Núverandi skipan, har ein ljósregulering, sum vísir reytt í 14 min. og grønt í 2 min., ger, at bilar samlast í rúgvuvís uttan fyri tunnilin.

Hetta førir við sær, at teir ikki klára at koma inn í tunnilin, áđrenn skipanin aftur skiftir til reytt ljós og bíðast má tí í 14 min afturat.

Hetta elvir sjálvsagt til øsing hjá øllum bilførarum og borgarum norðanfyri, serliga hjá teimum, sum nýta tunlarnar fleiri ferðir um dagin.

Fyri okkum at síggja eru einastu atlitini, sum skipanin tekur hædd fyri, at lastbilar og stór akfør skulu sleppa at koyra uttan at halda av.

Eingi atlit eru tikin til borgararnar, sum búgva í Árnafirði, í Hvannasunds og Viðareiðis kommunum.

Ein annar viðkomandi spurnigur er somuleiðis, um Landsverk hevur kunnað tilbúgvingina um nýggju skipanina, áðrenn hon bleiv sett í verk?

Er trygdin gjøgnumhugsað við hesari broyting?

Nú er Landsverk farið í summarfrí – tað gevur okkum ta hugsan, at hesin arbeiðsháttur er valdur við beráddum huga.

Vit krevja av Landsverki, at teir loysa trupulleikan her og nú ella sløkkja skipaninna, til ein nøktandi loysn er funnin.

---

Vegna

Hvannasunds kommuna    Viðareiðis kommuna     Kaksvíkar kommuna

Katrin Næs                      Marita Sumberg        Atli S. Justinussen

borgarstjóri                       borgarstjóri                virkandi borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo