Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Gávumildi borgarstjórin í Havn himpraðist ikki við at lova pensjonistum, sum komu úr øllum landinum á eldradag í Dansifrøi, endurgjald fyri tær p-bøtur tey høvdu fingið fyri at seta bilin í eina p-sonu við tíðaravmarking.

Men jólagávan, ið sami borgarstjóri gevur okkara egnu pensjonistum búsitandi í TK, er ein ógvuslig øking í egingjaldinum fyri røktarheimsbúpláss og heimahjálp. Vøksturin fyri búpláss er 30% fyri tey við hægstu pensjón.

Pensjonsistar úr øllum landinum endurgjald fyri p-bøtur
Borgarstjórin var so blíður við landsins pensjonistar, at tey fingu at vita, at p-bøturnar eru ein misskiljing og hatta skal hann orðna. “Soleiðis taka vit ikki ímóti gestum, ið koma til Havnar!” Uttan at hava nakað at hava tað í og uppá nakkan á skattgjaldarum í Havn forvissar hann gestirnar um, at hetta skulu tey fáa endurgoldið.

Sum ikki einaferð, hevur umsitingin havt úr at gera við at rudda upp eftir borgarstjóran og leitar við lykt eftir at finna heimild fyri hesum nýggjasta páfundinum. Kommunala Eftirlitið er ikki sannført um, at nøkur heimild finst og enn koyrir hesin glantrileikur, ið fullkomiliga óneyðugt ovbyrjar kommunalu eins væl og landsumsitingina. Sum um báðar ikki hava ovmikið av øðrum álvarsligum og týdningarmiklum uppgávum at takast við.

Borgarstjórin átti at viðurkent, at hann leyp fram av og sjálvur bjóðað sær at rinda hesar góðu p-bøtur, so hetta pínliga mál kann steðga.

Borgarar í TK fáa ógvusliga økt brúkaragjøld fyri búpláss og heimatænastu
Samstundis sum hetta fer fram, smæðist borgarstjórin og allur Javnaðarflokkurin ikki við, at samtykkja ógvusligar príshækkingar í egingjøldum fyri tænastur til okkara egnu pensjonistar.

Búfólk við hægstu pensjón rindaðu 10.538kr/mð í egingjaldi fyri eitt røktarheimspláss fram til 1. Apríl í ár. Tá hækkaði gjaldið við 1.612 kr/mð upp til íalt 12.150 kr. Longu her kom fyrsta stóra hækking.

Nú 1. Januar 2024, 8 mðr seinni, hækkar gjaldið aftur, hesuferð til 13.950kr.

Tað merkir, at uppá 9 mánaðir hækkar egingjaldið fyri eitt búpláss hjá borgarum við hægstu pensjón við 3.412 kr pr mánaða, altso meir enn 30% hækking! Hetta er óhoyrt og ein ógvusligur vøkstur í einum, serliga tá onki verður gjørt fyri at hækka tænastuna, ið borgarin fær afturfyri.

Eitt øki, ið økta gjaldið kundi verið brúkt til er, at geva búfólkum fleiri venjingar. Eg havi í fleiri umførum víst á ta andsøgn, at á summum røktarheimum standa vælútgjørd venjingarhøli fyri tað mesta tóm, íhvussu fáa mær vitandi fá búfólk gleði av teimum. Búfólk á røktarheimum hava eins stóran tørv og vit onnur á likamligari venjing  fyri at tryggja lívsgóðsku og heilsu. Men ístaðin er ikki óvanligt, at avvarðandi mugu bíleggja privata fysioterapi til búfólk, so tey fáa eitt sindur av viðlíkahaldsvenjing.

Tá man skal rinda fleiri túsund krónur meir um mánaðin átti tað at sæst aftur í einari betri tænastu.  Men tað liggur ikki í kortunum, at nøkur ítøkilig átøk verða gjørd at bøta um tænastuna afturfyri ógvusliga prísvøksturin, og tað er ikki í lagi.

Gunvør Balle
Býráðslimur fyri Tjóðveldi

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo