Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Í dag er sannur hátíðardámur  í Hoyvík. Umlættingar- og rehabilitetsdepilin í Hoyvík hevur eitt ár á baki, og hetta varð fyrrapartin hátíðarhildið við sangi, einum betri bita og lagkøku til búfólk og starvsfólk.

Heðin Mortensen, borgarstjóri vitjaði og gleddist saman við teimum, ið varða av deplinum um, hvussu væleydnað hetta fyrsta árið hjá nýggja stovninum hevur verið.

“Tað er gleðiligt at hoyra, hvussu væl búfólkið letur at uppihaldinum og umstøðunum á Urd. Tað merkist, at tænastan á Urd veruliga munar, og tað er júst tað, sum er endamálið við stovninum, segði Heðin Mortensen.

Tað eru 27 stutttíðarpláss á Urd, og síðani depilin lat upp, hava umleið 200 eldri fólk búð á Urd í styttri tíðarskeið.

Plássini eru ætlað fólkapensjónistum, sum eitt tíðarskeið hava tørv á umlætting ella rehabilitering alt samdøgrið. Uppihaldið skal stuðla undir, at borgarin kemur heim aftur í egið heim mentur og við betri lívsgóðsku og kann verða í egnum heimi sum longst.

Umleið 50 starvsfólk eru knýtt at Urd. Talan er um ein tvørfakligan starvsfólkahóp, sum allur hevur ein leiklut í rehabiliteringini, og sum saman við tí einstaka búfólkinum setur mál fyri uppihaldinum á stovninum.

Heðin Mortensen fegnaðist um, at eisini starvsfólkahópurin sær virðið í einum stovni sum Urd.

- Eg hoyrdi herfyri Honnu Andriassardóttir Olsen, sum lesur sjúkrarøktarfrøði á Setrinum, greiða frá, at hetta var besta praktikplássið, sum hon hevur verið á, og at tað er sera gevandi at arbeiða saman við teim eldru. Hetta fegnist eg eisini um, segði Heðin Mortensen.

- Tað er ein sannroynd, at fólk ynskja at klára seg sjálvi og at búgva í egnum heimi sum longst. Tí er tað umráðandi, at kommunan skapar karmar og tænastur, sum stuðla undir at hetta letur seg gera, vísir Heðin Mortensen, borgarstjóri, á.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo