Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Norðari Ringvegur verður nú dagførdur og breiðkaður, so pláss verður fyri vinstrasvingsbreyt til Norðurlandahúsið fyri ferðsluni eystureftir, busslumma í sunnaru síðu og súkklubreyt í sunnaru síðu og gonguteigi við miðoyggj.

Norðari Ringvegur hevur tørv á einari dagføring. Ferðslan, sum skal snara til vinstru inn til Norðurlandahúsið, er til ampa fyri ferðsluna, sum skal eystureftir á Norðara Ringveg.

Tað er tøvur á einum busslumma í sunnara borði av vegnum. Í dag steðgar bussurin mitt á vegnum, tað ger eisini, at ferðslan má steðga og fólk, sum koma úr bussinum, ikki vita hvar tey skula fara yvir um vegin.

Í sambandi við hesa dagføring er eisini nøktandi øki til súkklubreyt í sunnaru síðu, frá Áargeil 17 til rundkoyringina við Sundsvegin. Av tí at SEV er í holt við at leggja ein elkaðal í sunnaru gongubreyt, er tað eitt upplagt høvi at breiðka Norðara Ringveg nú.

Arbeiðið við at dagførða Ringvegin framvið NLH er boðið út og lægsta boð átti J&K. Býráðið skal hóskvøldið taka støðu til eitt tilmæli frá teknisku envnd og fíggjarnevndini um fígging til endamálið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo