40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er fyrrverandi hermaðurin Paul Farthing, sum seinastu nógvu árini hevur rikið djóraheimið Nowzad í afganska høvuðsstaðnum Kabul, sum hevur megnað at fáa umleið 200 hundar og kettur við einum privatum flogfari út úr krígsherjaða býnum í tí hann kallar "Operation Ark".

Nógv av hansara hjálpar- og starvsfólkum sluppu ikki við flogfarinum, hóast tey høvdu pappírini í ordan. Taliban lovaði teimum ikki inn í floghavnina, skilst.

Fleiri djóraverndarfelagsskapir hava róst honum fyri bragdið, men onnur, teirra millum bretski verjumálaráðharrin, Ben Wallace, hava sagt, at tað er skeiv at raðfesta djóralív hægri enn mannalív.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo