40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tveir bretskir ríkisborgarar sum kríggjaðust saman við ukrainskum deildum í Mariupol eru tiknir av russum.

Í nýggjari video víst í russiskum sjónvarpi biðja teir um hjálp til fangaskifti, skrivar VG.

Talan er um fangarnar Shaun Pinner (48) og Aiden Aslin (28) sum heita á Boris Johnson forsætismálaráðharra um at fáa tingingar í lag um eina leyslating.

Teir skjóta upp eitt fangaskifti millum teir og ukrainska oligarkin og andstøðupolitikaran Viktor Medvedtsjuk, sum ukrainar tóku og settu fastan í síðstu viku.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo