40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Tann nýggja sponsoravtalan hjá Manchester United kemur væl við hjá felagnum, sum er hart rakt av alheimsfarsóttini.

Manchester United boðaði frá avtaluni í dag við Teamviewer, men nevndi einki um virðið.

Sambært fleiri miðlum, harímillum Financial Times og The Guardian, so hevur fimmára avtalan eitt virði á tilsamans 275 milliónir evrur, sum svarar til góðar 2 milliardir krónur í okkara peningi.

Teamviewer upplýsti samstundis at avtalan fór at gera eitt munandi høgg í marknaðarførings útreiðslurnar, og felagið hevur nú ikki somu vónir um ársúrslitið í ár.

Teamviewer-aksjan fall 12,4 prosent á børsinum í Frankfurt í dag, skrivar E24.no.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo