40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroya Bridgesamband: Kappingin hevur í ein ávísan mun verið merkt av corona-farsóttini og teimum tilmælum, sum í hesum sambandi vóru galdandi. Hetta hevur haft við sær at FBS tók avgerð um at leika nøkur av fyrstu umførunum umvegis RealBridge-skipanina, ið inniber at leikt verður á netinum. Hóast hetta hevur haft ávísar avbjóðingar við sær, so fegnast FBS um at tey luttakandi sum heild hava verið sinnaði at tillaga seg umstøðurnar, soleiðis at gjørligt hevur verið at avgreiða kappingina.

Sum kappingin leið gjørdist greitt, at FM-heitið fór at standa millum verandi føroyameistarar, liðið hjá Dánjal Paula Mohr (Árni M. Dam, Per Kallsberg, Jóannes Mouritsen, Egil Sondum og Arne Mikkelsen), og liðið hjá Allan Dal-Christiansen (Símun Lassaberg, Pól Egholm, Magni Jøkladal, Heðin Mouritsen og Rói á Rógvu Joensen).

Liðið hjá Allan Dal-Christiansen hevur sýnt eitt gott og støðugt avrik gjøgnum kapingina, og við einum rættiliga greiðum sigri í fyrstu innanhýsis oddappgerðini móti liðnum hjá Dánjal Paula Mohr kundi staðfestast, at liðið hjá Allan Dal-Christiansen hevði vunnið sær eina lutfallsliga trygga leiðslu, og tískil lá best fyri at taka FM-heitið frá verandi føroyameistarunum.

Hóast liðið hjá Dánjal Paula Mohr í seinasta umfarinum vann ein lutfallsliga tryggan sigur í oddadystinum móti liðnum hjá Allan Dal-Christiansen, so var hetta ikki nóg mikið til at taka seg framum, og sostatt gjørdist liðið hjá Allan Dal-Christiansen føroyameistarar 2022 við 214,25 stigum, meðan liðið hjá Dánjal Paula Mohr gjørdist nr. 2 við 205,59 stigum.

Raðfylgjan í FM-kappingini fyri lið gjørdist hendan:

  1. Allan Dal-Christiansen (Símun Lassaberg, Pól Egholm, Magni Jøkladal, Heðin Mouritsen, Rói á Rógvu Joensen)

  2. Dánjal Pauli Mohr (Árni M. Dam, Per Kallsberg, Jóannes Mouritsen, Egil Sondum og Arne Mikkelsen

  3. Robert Langgaard (Bogi Simonsen, Dia Jacobsen, Jákup Hjaltalin, Arnbjørn Sivertsen, Hallberg Arnfriðsson, Hans Jacob Petersen og Marner Joensen)

  4. Suðuroyar Bridgefelag (Óli Holm, André Dalfoss, Anna Olsen, Eva Sarita Berg, Margreta Borgardal, Connie Thomsen, Helgi Strøm og Arnbjørn í Smiðuni)

  5. Jassarnir (Viggo Johannesen, Jógvan Horn, Øssur Winthereig, Heini Joensen, Leivur Holm og Jákup Sørensen)

  6. Danny Danielsen (Rúni Mouritsen, Haldor Ellingsgaard, Mortan Sólheim Thomsen, Ingolf Joensen og Finnbogi Hansen)

  7. Henriette Svenstrup (Jórun Johannesen, Carl Mikkelsen, Oluf Müller, Oddmar Danielsen, Ingibjørg Dam Hansen og Jaspur Tausen Gaard)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo