Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyska landsliðið í bridge skal leika hálvfinalu í stórari altjóða bridgekapping, sum verður spæld á netinum. Kappingin nevnist Intercity League (http://intercity.cloudapp.net/Results.aspx). F

Fleiri enn 100 lið hava luttikið, og nú eru bara fýra eftir. Føroyar skulu spæla móti einum liði úr Pólandi. Semifinalurnar verða leiktar á BBO (https://www.bridgebase.com/) mikukvøldið 8. januar kl.20.00.

Liðini í hinari semifinaluni eru annað úr Danmark og hitt úr Rumenia.

Leikararnir á føroyska liðnum í hesari kappingini eru Arne Mikkelsen, Bogi Simonsen, Dánjal Pauli Mohr og Árni M. Dam.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo