40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Eldur kom í ein seglbát beint sunnanfyri markið, og Brimil, sum var har á leiðini, hevur tikið bæði fólkini - ein maður og kvinna - umborð.

Tveir týskir seglbátar - annar tvíkilja - vóru á veg til Føroya, og eldur kom so í tvíkiljuna, sigur Vørn.

Maðurin og kvinnan sum vóru umborð á tvíkiljuni, sum brendi, fóru fyrst umborð á ein annan seglbát, sum ævintýrarin Drake Paragon eigur og sum fylgdist við teimum, áðrenn Brimil var komin til.

Um 12.30 var Brimil hjá tvíkiljuni og tók teir báðar týskararnar umborð.

Sambært Vørn verður roynt at taka tað úr sjónum sum er eftir av brendu tvíkiljuni, og roknar Vørn tí ikki við at Brimil verður á Hanvini fyrr enn einaferð í kvøld.

Brimil var har suðuri á leiðini og gjørdi kanningar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo