40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vørn: Í morgun 29.mai Kl. 1130 sá Brimil eina tjúkka royksoylu beint sunnan fyri gráðusonuna millum Bretland og Føroyar.

Brimil setti seg í samband við MRCC fyri at vita um nakað skip var á leiðini har teir sóu roykin. MRCC sá at tveir segl bátar vóru har sum Brimil sá royk.

Brimil setti arbeiðsbátin út og sigldi við nógvari ferð móti roykinum. Eftir 20sm kom arbeiðsbáturin fram á tvíkiljuna Anna Bambooe sum tá var sokkin av eldi og lá í vatnskorpuni.

Tvey fólk vóru við og tey vóru bjarga umborð á tvíkiljuna Paragon sum var í nánd. Bæði fólkini hava tað gott eftir umstøðunum og vóru fingin umborð á Brimil saman við vrakinun.Tey koma á Havnina ímorgin 30.apríl kl. 0800.

Tórshavnar kommuna tekur sær av fólkinum og Tórshavnar Havn og Tórshavnar Sløkkilið taka sær av vrakinum.

Myndir:  Bjartur Tórhalsson

Fleiri myndir á heimasíðuni hjá Vørn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo