40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein nýggj frágreiðing hjá Center for Countering Digital Hate (CCDH) útnevnir 12 persónar, «the disinformation dozen», sum verða hildin at vera tey vandamiklastu vaksinumótstøðufólkini í USA.

Felags fyri teir 12 persónarnar er, at teir breiða út feilinformasjón og konspirasjonsteoriir um koronu og koronuvaksinuna á sosialum miðlum.

Teir verða nevndir í frágreiðingini tí teir hava nógvar fylgjarar og framleiða og almannakunngera nógv tilfar, skrivar NRK.

Millum hesar 12 persónarnar er dómarin, fyrrverandi útvarpsverturin, rithøvundin og umvhvørvisaktivisturin Robert F. Kennedy Jr., bróðursonur hjá fyrrverandi forsetanum John F. Kennedy.

Kennedy rekur heimasíðuna Children's Health Defence, og hevur fleiri hundrað túsund fylgjarar á sosialu miðlunum.

Á heimasíðuni stendur millum annað at vaksinan skaðar børn og kann geva skaða á nervalagið, immunverjuna og innvortis yrkisgøgn. Sum kunnu geva autismu og autoimmunar sjúkur.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo