40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

INNSENT: Clifford Edwards andaðist týsmorgunin 18. januar 2022 á hospitali í Írlandi, 76 ára gamal.

Brother Clifford, sum hann ofta varð nevndur, hevur síðani 2004 javnan ferðast til Føroya fyri at kunngera evangeliið um Jesus 
Kristus.

Nógvir føroyingar munnu hava sæð ein bláan dupult-dekkara buss koyra ella standa parkeraðan í onkrari bygd.

Á bussinum stóðu skrivað ymisk ørindi og skriftstøð úr bíbliuni, og ”Jesus saves!” ella ”Jesus loves you!”

Seinnu árini koyrdi hann við onkrum minni akfari, men tænastan var hin sama – at boða evangeliið til øll sum komu á hansara leið.

Serliga góður var hann við børn, og altíð hevði hann okkurt góðgæti til tey, tá tey komu inn í bussin.

Hetta er tað sum Clifford hevur brúkt alla sína tíð og orku uppá síðani 1996, tá hann var sera sjúkur, og hevði fingið at vita frá læknum, at hann einans hevði nakrar vikur eftir at liva.

Hann hevði havt stórar trupulleikar av rúsdrekka, og var turrlagdur fleiri ferðir, men datt útí aftur hvørja ferð.

Clifford skrivar, at Harrin svaraði sær kl. 21:30 hin 13. august 1996, eftir at hann rópti hesi orð til Gud:

“Heavenly Father I have turned my back on you for so long. Will you please forgive me, even though I have nothing to offer, you can have every breath I have left. Jesus, I believe you died for me and rose again. Please help me to keep my promise and serve you. Amen.”

Tá hann vaknaði morgunin eftir, var eitt undur hent, og Clifford føldi at hann var broyttur.

Lív hansara broyttist eisini fullkomiliga frá tí degi, og hann varð styrktur likamliga.

Hann ferðaðist fyrst til ymsar býir í Onglandi, síðani fór hann til Wales, Írland og Skotland við, og við tíðini hevði hann vitjað 17 lond við gleðiboðskapinum.

Allastaðni, har Clifford ferðaðist, kom hann at kenna fólk, og tað vóru nógv ið hjálptu honum við ymiskum, honum tørvaði.

Tað kundi vera alt frá at veita honum okkurt høli at hava møti í, at umvæla bussin, ella at bera honum eina máltíð.

Haraftrat vóru nógv fólk, ið bóðu regluliga fyri honum og hansara verki.

Eisini í Føroyum hevði hann nógv vinfólk, og Clifford fekk serligan alsk til Føroyar og føroyingar, og bleiv við at venda aftur, eftir at hann hevði verið og vitja onnur lond.

Ofta kom hann inn til eitt av regluligu møtunum í onkrari samkomu, og plagdi so at byrja at syngja onkran kendan lovsang við sínu vøkru kláru rødd, meðan hann stillisliga gekk upp til talarastólin.

So sang hann eini tveir-tríggjar aftrat, meðan hann stóð við talarastólin, og síðani byrjaði hann at tala til samkomuna.

Onkuntíð segði hann frá hvar hann hevði verið frammanundan, og segði frá ymiskum, honum hevði verið fyri, og hvussu Gud hevði varðveitt og leitt hann.

Aðrar tíðir kundi hann hava ein góðan, einfaldan boðskap úr bíbliuni um ta dýru frelsu, sum Jesus vann okkum á Golgata krossi.

Tað eru longu fleiri ár síðani, at Clifford bað um gravarstað í Fuglafirði, og á heimasíðu sínari www.highwaysforjesus.com sigur hann m.a. soleiðis:

“My passport says I am a British citizen, but my heart beats to the love of the Faroe Islands, because I firmly believe myself to be one of you. I was born in England, but when my dear Lord calls me home my body will come to you. I will be buried in Fuglafjord, for you are my people and your land is my land.”

Jarðarferðin hjá Brother Clifford verður úr Siloa í Fuglafirði mánadagin 7. februar kl. 13:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo