Ánarar minnast betur enn skuldarar
- Benjamin Franklin

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. juni 2022 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 4 fyri Tinganes og Reyn.

Uppskotið snýr seg um at broyta ásetingarnar fyri A økið soleiðis:

A áðrenn broyting
»eindin A skal bert ver›a nýtt til bústaðaendamál og byggingin skal vera einans stakhús, ið standa fyri seg«.

»Á hvørjari ogn kunnu bert verða bygd eini sethús til eitt húski hvørt«.

A1 og A2 uppskot til broyting
Eindin A verður deild til at verða »Eindirnar A1 og A2: Bústaðaendamál«.

»Eindirnar A1 og A2 skula bert verða nýttar til bústaðaendamál, og byggingin skal vera einans stakhús, ið standa fyri seg«.

»Á hvørjari ogn kunnu bert verða bygd eini sethús til eitt húski hvørt, undantikin er eindin A2, har tað kann verða bygt eini sethús til trý húskir«.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á kommunalu heimasíðuni og í Snarskivuni frá 1. juli 2022 til 12. august 2022.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn(at)torshavn.fo í seinasta lagi 12. august 2022.

Kunngerð – serst. byggisamtykt nr. 4

Kort – serst. byggisamtykt nr. 4

Serst. byggisamtykt nr. 4 fyri Tinganes og gomlu Havnina

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo