Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar býráð samtykti á fundi 24. apríl 2024 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 4 fyri Tinganes og gomlu Havnina.

Endamálið við uppskotinum er at broyta ásetingar fyri D eindirnar (Vinnulívsendamál), soleiðis at gistingarhús eisini kunnu staðsetast við økið Undir Bryggjubakka.

Harafturat verður fylgiskjal 4 dagført, solei›is at byggilinjan fyriheldur seg til umstøður í dag, í mun til bygningar og bryggju.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av serstøku byggisamtykt nr. 4, liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 3. mai 2024 til 14. juni 2024.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn(at)torshavn.fo í seinasta lagi 14. juni 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo