Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Eg flúgvi nógv úti í heimi, og tænastan hjá Atlantsflogi er nógv tann besta, sigur ein brúkari, sum ger viðmerkingar undir greinini her á VP um ætlanirnar hjá Atlantic Airways at steðga við at bjóða ókeypis mat og drekkivørur umborð.

Fleiri taka undir við viðkomandi og siga, at hetta er eitt óklókt og illa umhugsað stig hjá nýggju leiðsluni í føroyska flogfelagnum.

- Hetta vísir bara, at vit mugu hava kapping á rutuni, sum ein tekur til.

Onnur halda, tað er fínt at droppa mat og drekka um bilettirnar so verða bíligari.

- Tað ber til at hava mat og drekka við, ella bara lata vera við at eta hasa løtuna og gera tað áðrenn ella aftaná, heldur onkur lesari.

Greinin, sum kom á VP tíðliga seinnapartin í gjár, er lisin yvir 8.000 ferðir, deild á sosialum miðlum nærum 380 ferðir og hevur ein langan hala við viðmerkingum.

So til ber helst at gera tað niðurstøðu, at hetta er eitt mál sum upptekur føroyingar.

Stjórin í Atlantic Airways, Jóhanna á Bergi, skal hava boðað frá broytingunum á innanhýsis starvsfólkafundi, og broytingarnar skulu sum skilst koma 1. mai. Hon vil tó hvørki vátta ella avsanna, at so er.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo