Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Tvey frystilínuskip fiska við Ísland, trý eru á Íslandsrygginum og tvey eru á landgrunninum. Okkurt línuskip fer helst avstað í næstum.

Streymurin er ikki av tí besta, men veðrið verður til vildar, so helst verður nakað av útróðri. Fiskaríið er brúkiligt.

Ein djúpatnstrolari er á Íslandsrygginum og fiskar mest tosk og so er ein vestanfyri og fiskar kongafisk. Báðir landa væntandi í vikuni.

Fýra pør eru til fiskarí og koma væntandi øll at landa í vikuni. Okkurt parið fer avstað í næstum.

Tríggir trolbátar eru úti. Allir eru á Skeivabanka og fiska havtasku. Allir landa í vikuni.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku. Øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo