40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

LGBT+ Føroyar: Sunnudagin 27. mars kl. 12 bjóðar LGBT+ Føroyar øllum lgbt+ foreldrum við børnum til brunch.

Vit bjóða ein góðan miðmála og undirhald til børnini í hølinum hjá okkum í Tórsgøtu 16.

Annika S. Vang, nevndarlimur í LGBT+ Føroyar sigur, at ætlanin er at hittast seinasta sunnudagin í hvørjum mánað til brunch. Tiltakið er ætlað ælabogafamiljum við børnum í øllum aldrum, og endamálið er at skapa eitt umhvørvi, har ælabogafamiljur kunnu hittast og hugna sær saman. Tað er umráðandi bæði fyri okkum vaksnu og okkara børn at hittast við øðrum, sum eru líka sum vit.

Tá vit siga ælabogafamiljur, so meina vit tað í breiðastu merking. Um tit hava havt børn við tykkum í eitt samkynt parlag, ella tit eru stakir lgtb+arar við børnum ella um tit eru tvær mammur ella tveir pápar, sum hava fingið tykkum børn saman, so eru tit øll hjartaliga vælkomin, og vit vóna at nógv koma til okkara fyrsta brunch, sigur Annika S. Vang.

Tað er ókeypis, men neyðugt er at melda seg til antin við at senda eini boð til okkum á facebook, instagram ella á teldupost lgbt@lgbt.fo. Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 25. mars á middegi.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo